Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2012
Sambært § 8, stk. 2 í løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan skal ein frágreiðing (Búskaparfrágreiðing I), sum lýsir og metir um búskaparstøðu Føroya, herímillum tann almenna geiran, leggjast við uppskotinum til løgtingssamtykt, sum fevnir um ein samlaðan játtanarkarm fyri fíggjarlógina næsta ár, býtt á greinar. Uppskotið til løgtingssamtykt skal leggjast fram fyri 1. apríl.
Høvuðsfortreytin fyri samlaða játtanarkarmin í 2012 er, at hallið á fíggjarlógini fyri 2012 ikki skal vera størri enn 450 mió. kr. Henda fortreyt varð longu sett av Løgtinginum fyri einum ári síðan, tá Løgtingið eisini samtykti, at fíggjarlógarhallið skal minkast stigvíst soleiðis, at tað verður heilt burtur í 2015. Endamálið við at fáa hallið burtur er at steðga vøkstrinum í landskassaskuldini. Samlaði játtanarkarmurin fyri 2012 gevur eitt hall á 429 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2012.
Rakstrarútreiðslurnar eru framskrivaðar við 2011-prísum, men landsstýrið er tó samt um, at verða lønarsáttmálarnir broyttir, verður útreiðslukarmurin broyttur tilsvarandi.
Inntøkurnar eru eisini framskrivaðar við støði í 2011-prísum. Hetta merkir, at hædd er ikki tikin fyri prísvøkstri. Verður útreiðslukarmurin hækkaður vegna sáttmálahækkingar, verður inntøkumetingin hækkað samsvarandi.
Grundarlagið fyri framskrivingini av rakstrarútreiðslunum er, at virksemið verður hildið á júst sama støði sum í dag, tó soleiðis, at hædd er tikin fyri komandi broytingum í t.d. demografisku gongdini innan eldraøkið, dýrkandi heilivági og tali av skúlanæmingum. Eisini er hædd tikin fyri tiltøkum, sum politisk avgerð longu er tikin um at fremja, t.d rakstur av ellis- og røktarheimum í gerð og uppstiging av tyrlutilbúgvingini.
Landsstýrið hevur ásannað, at fyri at røkka málinum at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2015, mugu rakstrarútreiðslurnar ikki vaksa meira enn 1% árliga. Hetta merkir, at neyðugt verður við sparitiltøkum komandi árini, sum víst í talvuni. Skulu nýggjar raðfestingar gerast hesi árini, mugu enn fleiri sparingar gerast.
Løgtingsmál nr. 191/2010: Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2012