22.04.2008 · Fíggjarmálaráðið

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme"

Landstýrismaðurin hevur lagt uppskot fram um kongaliga fyriskipan um nýggja hvítvaskslóg (lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af penge og finansiering af terrorisme), ið skal galda fyri ikki-yvirtikin málsøkir. Uppskotið dagførir verandi hvítvaskslóg á tann hátt, at strangari krøv vera til eyðmerking (identifikasjón) av kundum, og at sett verða krøv um fráboðan til politiið um fyritøka hevur illgruna um hvítvask ella fígging av terrorvirksemi. Vinnumálaráðið hevur gjørt tilsvarandi uppskot fyri yvirtikin málsøkir.


Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 194/2007