04.03.2008 · Fíggjarmálaráðið
Uppskot til ríkislógartilmæli lagt fyri Løgtingið um upplýsningar viðvíkjandi peningaflytingum
Karsten Hansen legið í dag uppskot til ríkislógartilmæli fyri Løgtingið um ”Lovforslag for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes om betaler ved pengeoverførsler”. Uppskotið er ætlað at gera somu reglur viðvíkjandi upplýsningum í pengaflytingum galdandi í Føroyum sum í Danmark og í ES. Á hendan hátt tryggja vit, at tað framhaldandi verður lætt at gera peningaflytingar millum Føroyar og lond í ES, og at sporføri í pengaflytingum verður munabetri og tað tí verður torførari at hvítvaska pening við at flyta upphæddir millum peningastovnar og millum lond.
Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 139/2007