Fíggjarmálaráðið hevur í dag sent uppskot til løgtingslóg um talgilt samleikakort í almenna hoyring.
Samleikakortið verður saman við talgilda koyrikortinum partur av appini Skjáttan, sum Talgildu Føroyar í løtuni eru í gongd við at menna. Appin fer at hýsa almenn prógv og loyvi á einum stað.
Endamálið við lógaruppskotinum er at geva talgilda samleikakortinum neyðugu løgfrøðiligu karmarnar, samstundis sum samleikakortið við lógini verður viðurkent sum almenna talgilda samleikakortið í Føroyum. Øll, sum hava Samleikan, kunnu eisini brúka samleikakortið. Aldursmarkið fyri at fáa Samleikan er 13 ár.
Samleikakortið fer eitt nú at kunna verða brúkt, tá ið tú skal prógva t.d. bústað fyri at fáa avsláttur frá Strandferðsluni ella skal prógva ein ávísan aldur fyri at keypa eina ávísa vøru.
Eftir ætlan verður samleikakortið liðugt ment og klárt at taka í brúk í vár.
Tú kanst lesa meira um samleikakortið á heimasíðuni hjá Talgildu Føroyum.
Uppskotið er til hoyringar á hoyringsportalinum hjá Landsstýrinum fram til 21. februar 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fmr@fmr.fo í seinasta lagi 21. februar 2023.