Í samgonguskjalinum verður sagt um Føroyska Altjóða Skipaskráseting soleiðis:
“ Til tess at menna eina nýggja inntøkuvinnu á sjóvinnuøkinum, har vit hava dyggari royndir enn tey flestu, verður Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin umskipað soleiðis, at hon verður kappingarfør við aðrar skipanir av hesum slagi.”
Landsstýrið er nú farið undir at gera broytingar í FAS-skipanini við tí endamáli, at tá broytingarnar eru lidnar, hava vit í Føroyum eina kappingarføra hákvalitets skipaskrá, ið skal verða fult nøktandi hjá føroyskum skipum at vera í, og verða áhugaverd hjá útlendskum skipum at koma inn í.
Verður broytingaruppskotið samtykt, koma allir persónar, ið sigla við FAS-skrásettum skipum at verða skattaðir sum avmarkað skattskyldugir av FAS-inntøku teirra. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir koma at gjalda ein bruttoskatt uppá 35 %. Í dag gjalda føroyingar sum sigla við FAS- skrásettum skipum vanligan skatt.
Verður broytingaruppskotið samtykt, fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum beinan vegin at broyta kunngerðina um afturberingarprosent til reiðaravirkir, sum hava skip í FAS, soleiðis at afturberingarprosentið verður hækkað úr 30% og upp í 35%.
Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 189/2007