22.04.2008 · Fíggjarmálaráðið

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju

Skotið verður upp, at umhvørvisgjaldið á smyrjiolju hækkar úr kr. 1,00 til kr. 2,00 pr. litur.
Gjaldið er ætlað til at fíggja kostnaðin av at savna inn og viðgera spilloljuna, soleiðis at hon ikki dálkar náttúruna. IRF fær fígging til endamálið av játtan í fíggjarlógini.
Av tí at nýggj og betri útgerð verður fingin til vega, er kostnaðurin av at viðgera spilloljuna hækkaður og tískil verður lagt upp til, at gjaldið verður hækkað.
Roknað verður við, at uppskotið fer at geva landskassanum eina meirinntøka upp á uml. 1,2 mió. kr. í 2008. Upphæddin verður játtað til IRF at reinsa smyrjolju.


Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 185/2007