Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir til at gera hesa broyting í tolllógini, fyri at betra um møguleikarnar hjá tollvaldinum at steðga smugling av rúsevnum (narkotika) og ólógligum vørum.
Sum er kann tollvaldið, sbr. § 28, stk. 3 í tolllógini, bert fáa upplýsingar um tey ferðandi manuelt á listum, og tollvaldi má í hvørjum einstøkum føri biðja um hesar upplýsingar. Hetta er ein sera ósmidligur, arbeiðstyngjandi og ótíðarhóskandi arbeiðsháttur at samskifta uppá bæði fyri flutningsfeløgini og tollvaldið.
Við at tollvaldið fær terminalatgongd til ferðafólkaupplýsingarnar hjá flutningsfeløgunum ella teirra umboðum, fær tollvaldið styrkt eftirlitið og arbeitt meira málrættað og munadygt við m.a. at velja út evnir til eftirlit. Tílíkt málrættað eftirlit er ein sera týdningarmikil partur av arbeiðnum fyri at kunna avdúka serliga smugling av rúsevnum (narkotika).
Tollmyndugleikarnir í Svøríki, Noreg og Íslandi hava fingið terminalatgongd til booking- og ferðaseðlaskráirnar.
Sum dømi um ferðafólkaupplýsingar eru t.d. navn, aldur, kyn, tjóðskapur, bústaður og tilknýti til bíleggingina, sjálv ferðingin til og frá, gjaldsupplýsingar, tíðspunktið nær ferðaseðilin er umbiðin, um tað er ein einvegisferðaseðil, aftur og fram ferðaseðil ella opin ferðaseðil og møguliga viðferðandi.
Tað snýr seg um upplýsingar, ið bert skulu brúkast av tollvaldinum í eftirlitsarbeiðnum við ferðafólki. Upplýsingarnar skulu ikki flytast til ella goymast í øðrum EDV-skráum hjá TAKS.
Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 187/2007