22.04.2008 · Fíggjarmálaráðið

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m

Tinglýsingargjaldið, sum er 100 kr. pr. avgreiðslu, er sera lágt sammett við grannalondini. Sum liður í ætlanum landsstýrisins um breiðka inntøkugrundarlagið hjá landinum verður skotið upp at hækka tinglýsingargjaldið úr 100 krónum upp í 1.000 krónur. Henda hækking væntast at geva landskassanum eina meirinntøku upp á 4,8 mió. kr. í 2008. Hervið verður gjaldið eisini meira í samsvari við støðið, sum er í grannalondunum.

Umhvørvisstovan, sum Tinglýsingarstovan nú er partur av, varðar av at krevja inn gjaldið.


Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 188/2007