Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
Uppskotið er ein liður í ætlanum landsstýrisins um at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landinum.
Higartil hava veðbrøv v.m. ikki rindað landskassanum avgjald í samband við tinglýsing, men bert tinglýsingargjald á kr. 100. Ognaheimildarskjøl hava hinvegin rinda 0,5 % í tinglýsingaravgjaldi.
Skotið verður upp, at veðbrøv v.m. framyvir skulu rinda avgjald á 0,5 % av veðtryggjaðu upphæddini í samband við tinglýsing. Tinglýsingargjaldið verður soleiðis framyvir tað sama fyri bæði ognarheimildarskjøl (t.d. skeyti) og veðbrøv v.m. Rættarveð er ikki fevnt av avgjalsskylduni. Uppskotið leggur upp til, at tinglýsingaravgjald bert skal rindast eina ferð av tí veðtryggjaðu upphæddini. Debitorskifti og keditorskifti kunnu soleiðis seinni fara fram uttan at rinda verður avgjald eftir hesi lóg.
Avgjaldskyldan fevnir sostatt um tinglýsing av veð v.m. (tó undantikið rættarveð) í fastari ogn og leysafæ. Øll nýggj veðbrøv v.m. skulu rinda avgjøld, herundir eisini nýggj veðbrøv í sambandi við lánsumleggingar. Hækking av tí veðtryggjaðu upphæddini á veðbrævi førir við sær, at avgjald skal rindast av muninum millum restskuldina á tí gamla veðbrævinum og tí nýggja veðbrævinum. Skal veðbræv v.m. eisini tinglýsast í aðrari ogn ella í fleiri ognum, skal tinglýsingaravgjald eisini rindast fyri hvørja av hesum tinglýsingum.
Uppskotið miðar ímóti einari so einfaldari umsiting av tinglýsingaravgjaldinum sum til ber. Ásett verður tí, at gjaldið á 0,5% í tinglýsingaravgjaldi verður eins fyri øll.
Roknað verður við, at uppskotið fer at geva landskassanum eina meirinntøka upp á 14 mió.
Í stuttum fer uppskotið at hava við sær, at tinlýsingaravgjald á veð v.m. í fastari ogn og leysafæ verður 0,5 % av veðtryggjaðu upphæddini.
Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 190/2007
Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 196/2007