22.04.2008 · Fíggjarmálaráðið
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
Tað framgongur av viðmerkingunum til lógina, (løgtingstíðindi 1992, s.347) at lógin fyrst og fremst er ætlað at skatta nýtsluna av olju, men sum lógin er orðað, skal avgjald eisini gjaldast av sølu millum t.d. tvey feløg. Hetta merkir, at tað í veruleikanum ikki ber til at gera tílíkar sølur, tí úrslitið verður at tvífalt avgjald skal gjaldast.
Ein skattlig meginregla er, at skattalóggávan ikki eigur at ávirka hvussu vinnan bygnaðarliga skipar seg. Tí verður henda broyting skotin upp, soleiðis at støður ikki koma fyri har tvífalt oljugjald skal gjaldast.
Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 184/2007