22.04.2008 · Fíggjarmálaráðið
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Mælt verður til at hækka avgjaldið á sukurvørum kakao, sjokulátu, søtum keks, vaflum, leskidryksúrdrátti og sodavatni við sukur og leskidryksúrdrátti og sodavatni, tilsett annað søtuevni enn sukur. Eisini verður mælt til at hækka avgjaldið á sigarum, seruttum, sigarillum, sigarettum, tubakki, skrá og snús.
Henda broyting verður gjørd orsakað av, at búskapurin er sera heitur í løtuni.
Orsøkin til, at mælt verður til at hækka avgjøldini á júst hesum vørum, er, at ein møgulig minkandi nýtsla av hesum vørum samanumtikið fer at betra um fólkaheilsuna. Hóast nýtslan kemur at minka nakað, so verður roknað við einari meirinntøku í landskassan upp á umleið 15 mió. kr.
Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 192/2007