22.04.2008 · Fíggjarmálaráðið

Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og Isle of Man

Endamálið við lógaruppskotinum er at seta ásetingarnar í niðanfyri nevndu avtalum við Isle of Man í gildi við løgtingslóg:

- avtala um umbýti av upplýsingum í skattamálum,
- avtala til tess at sleppa undan tvískatting av likamligum persónum,
- avtala til tess at sleppa undan tvískatting av fyritøkum, sum hava skip og flogfør í altjóða ferðslu, og
- avtala um atgongd til sínámillum avtalumannagongd í sambandi við javning av inntøkum í sameindum feløgum

Henda avtalan er gjørd sum liður í stríðnum hjá OECD mótvegis skaðiligari skattapraksis. Sum liður í hesum arbeiði mælir OECD rættarøkjum (jurisdiktiónum) við sokallaðum offshore miðdeplum til at samarbeiða við felagsskapin.


Ein arbeiðsbólkur umboðandi bæði OECD lond og rættarøkini hevur gjørt ein frymil til eina avtalu um úveksling av upplýsingum, sum rættarøkini samsvarandi skyldum sínum mótvegis OECD skal gera við tey londini, sum ynskja tað.

Føroyar hava saman við hinum norðurlondunum havt samráðingar við Isle of Man um eina slíka avtalu um úveksling av upplýsingum, ið sum heild er í tráð við OECD frymilin.


Trýst her fyri at koma til løgtingsmálið 193/2007