Væl minni hall í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 hevur eitt hall á 506,5 mió. kr., sum er 273,5 mió. Kr . betri enn fíggjarlógin fyri 2010 og 93,4 mió. kr. betri enn ásetta RLÚ-úrslitið av játtanarkarmunum hjá Løgtinginum.
Játtanarskipanin ásetir, at fíggjarlógaruppskotið skal halda seg innanfyri játtanarkarmarnar, sum Løgtingið samtykti í vár. Ásettu rakstrar- og løgukarmarnir fyri 2011 eru á ávikavist 4 mia. 529 mió. kr. og 225 mió. kr., og livur fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 fult upp til hetta.
Hinvegin eru inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum 76 mió. Kr. hægri enn ásetti inntøkukarmurin.
Játtanarskipanin ásetir eisini, at lógaruppskot, sum eru fortreyt fyri fíggjarlógini, skulu leggjast fyri Løgtingið í seinasta lagi samstundis sum fíggjarlógaruppskotið. Landsstýrið hevur í hesum sambandi lagt 10 lógaruppskot fyri Løgtingið.
Rakstrarkarmurin er lækkaður við 29 mió. kr. í mun til fíggjarlógina fyri 2010, meðan løgukarmurin er øktur við 17,5 mió. kr. Inntøkurnar eru hækkaðar við 272 mió. kr. í mun til fíggjarlógina 2010, harav 25 mió. kr. stava frá tilfeingis/loyvisgjaldi á fiskivinnu og alivinnu og 40 mió. kr. stava frá umhvørvisgjaldi á auto-diesel og aðrar oljuúrdráttir.