Fíggjarlógaruppskotið fyri 2010, sum er lagt fram í Løgtinginum, hevur eitt hall á 767,7 mió. kr.
Fíggjarlógartilgongdin hesuferð hevur verið heldur øðrvísi enn undanfarin ár.
Nýggja játtanarlógin ásetir, at fíggjarlógaruppskotið skal halda seg innanfyri fíggjarkarmarnar, sum Løgtingið longu hevur samtykt, og at neyðug lógaruppskot skulu fylgja við fíggjarlógaruppskotinum, tá tað verður lagt fyri Løgtingið.
Fíggjarlógaruppskotið skuldi eisini halda seg til Ólavsøkupakkan, har virksemisskapandi tiltøk, tiltøk at rætta bygnaðarligir skeivleikar og útreiðslutálmandi tiltøk vórðu innroknaði í ásettu rakstrar- og løgukarmarnir fyri 2010 á ávikavist 4 mia. 326 mió. kr. og 317 mió. kr.
Rakstrarkarmurin er sostatt bert øktur við 0,3% í mun til fíggjarlógina fyri 2009, meðan løgukarmurin er øktur við 90 mió. kr. Fyri løgur eru virksemisskapandi verkætlanir innan vælferðartænastur raðfestar hægri, meðan tunlar fyribils eru útsettir.