18.01.2013 · Fíggjarmálaráðið

Uppskot til eftirlønarlóg fer nú í hoyring

Uppskotið, ið ásetur eftirlønaruppsparing í Føroyum frameftir, verður nú sent í hoyring, og siktið er at leggja uppskotið fyri Løgtingið í vár
Uppskotið til eftirlønarlóg - sjálvur bulurin í føroyska pensjónsreforminum - verður nú sent í hoyring.

Hetta er uppskotið, ið ásetur, hvussu eftirlønaruppsparingin í Føroyum verður frameftir.

Arbeitt hevur verið leingi við uppskotinum, og tað er broytt og tillagað so hvørt. Hetta er tí triðju ferð, at uppskotið til eftirlønarlóg fer út í hoyring.

Í hesum sambandi sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum:

"Nýggja skipanin hevur stóran samfelagsligan týdning. Hon skal vera stabil og tryggja allar føroyingar í framtíðini. Tí hevur tað stóran týdning, at ymsu hoyringspartarnir koma við afturmeldingum".

Eftirlønarlógin er sjálvur bulurin í pensjónsreforminum, sum ætlanin er at seta í verk.

Endamálið við Eftirlønarlógini er at økja eftirlønaruppsparingina, so fólki ikki fer at tørva fulla fólkapensjón frameftir. Hetta verður mett neyðugt, tí eldru borgararnir fjølgast, og tað ber í sær, at tað verða verri ráð at veita øllum borgarum fulla fólkapensjón frameftir.

Eftirlønarlógin ásetur, at allir føroyingar á arbeiðsmarknaðinum skulu spara upp 15 prosent av lønini til egna eftirløn. Neyðuga uppsparingin verður sett í verk í eini skiftistíð. Byrjað verður við einum prosenti í 2014, og síðani hækkar inngjaldið eitt prosentstig árliga, upp í 15 prosent í 2028.

Nógv gjalda longu til egna eftirløn, men mong spara ov lítið upp ella als ikki.

Roknað verður við, at eftirlønarlógin sum frá líður fer at tvífalda árligu eftirlønaruppsparingina í Føroyum.

Ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum politiskum flokkum er við í viðgerðini av uppskotinum.

Ætlanin er at leggja uppskotið fyri Løgtingið í vár. Vegna landsstýrið hava Jørgen Niclasen og Annika Olsen staðið fyri arbeiðnum.
Í politiska fylgibólkinum sita:

Hendrik Old
Rigmor Dam
Rósa Samuelsen
Helgi Abrahamsen
Kristianna W. Poulsen
Sirið Stenberg
Kristina Háfoss
Jákup Mikkelsen
Joen Magnus Rasmussen
Poul Michelsen
Jenis av Rana
Janus Rein

Ynski tygum nærri útgreiningar um innihaldið í uppskotinum ber til at venda sær til Fíggjarmálaráðið á telefon 352020

Eftirlønarlógin