05.02.2007 · Fíggjarmálaráðið

Upplegg til eftirlønarskipan fyri føroyska samfelagið.

Føroyar hava brúk fyri einum eftirlønarreformi, ið kann tryggja vælferðartænasturnar í framtíðini, og tí hevur arbeiðsbólkur settur av Fíggjarmálaráðnum í dag lagt fram uppskot til eftirlønarskipan fyri føroyska samfelagið. Føroyingar spara sum heild ov lítið upp til eftirlønarárini, og framrokningar vísa, at broytt fólkasamanseting og longri livitíð leggja trýst á fíggingina av eftirløn og eldrarøkt í framtíðini



”Sum samfelag hava vit í Føroyum stóran tørv á einum grundleggjandi eftirlønarreformi. Siktið við uppskotinum til eftirlønarskipan fyri Føroyar er at tryggja øllum borgarum góð og virðilig kor í aldurdóminum, samstundis sum vælferðartænasturnar verða tryggjaðar”.

Hetta sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú bólkur settur av Fíggjarmálaráðnum hevur lagt fram uppskot um eftirlønarskipan fyri føroyska samfelagið. Í eina tíð hava embætisfólk og fakfólk arbeitt við uppskotinum, ið varð lagt fyri fakfeløg á fundi í dag.

Lítil føroysk pensjónsuppsparing
Ein meginorsøk til, at Landsstýrið nú kemur við einum leisti til framtíðar eftirlønarskipan er, at føroyingar sum heild spara ov lítið upp til eftirlønarárini.

Nógv hava persónliga eftirlønaruppsparing, td sum part av starvssetan síni. Feløgini á arbeiðsmarknaðinum hava skipanir, har 6-18 prosent av lønini fara til eftirløn. Tó er greitt, at fleiri bólkar hava lágt eftirlønarinngjald, meðan ein partur av íbúgvunum als onga uppsparing hevur.


Fíggjarliga trýstið økist
Samstundis, sum føroyingar spara ov lítið upp til eftirløn, økist trýstið á fíggingina av eftirlønini frameftir.

Framrokningar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa eina gongd, har fólkasamanseting saman við longdari livitíð leggja trýst á fíggingina av eftirløn og eldrarøkt í framtíðini. Stutt sagt er myndin, at støðugt færri skattgjaldarar verða at gjalda støðugt fleiri útreiðslur til eldru borgararnar, ið gerast fleiri og liva longri enn áður.


Nýggjur leistur
Eftirlønarøkið er umfatandi og samansett, men í stuttum leggur leisturin hjá bólkinum upp til eina eftirlønarskipan, ið byggir á tríggjar súlur: almannapensión, persónlig eftirløn og frí uppsparing.

Málið er, at høvuðsábyrgdin fyri eftirlønini við tíðini skal flytast til tann einstaka. Á tann hátt ber til hjá hinum almenna at varðveita og menna vælferðartænasturnar til borgararnar í landinum.

Byrja verður at gjalda inn komandi ár, og inngjøldini verða árliga hækkaði til komið er uppá eitt nøktandi støði.
Meginparturin av hesi uppsparing skal gjaldast inn til eina lívrentu, tað er eina lívlanga veiting.


Leistur til hoyringar
”Fundurin í dag var tann fyrsti í eini røð av hoyringsfundum. Vónandi koma konstruktiv hoyringssvar og eitt gott alment og politiskt orðaskifti, sum kann enda við einari munagóðari eftirlønarskipan fyri øll í Føroyum”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.


Argir, tann 5. februar 2007
Fíggjarmálaráðið


Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Bárði Nielsen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, á telefon 352020.

Framløga fyri fagfeløg

Framløga fyri arbeiðsgevarar

Framløga fyri fíggjarfeløg