Í grein í Sosialinum 16 februar í ár rør Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri uppundir, at tað starvast fleiri enn 200 fólk í og fyri Fíggjarmálaráðið. Hetta er langt frá veruleikanum, og skal tí her stutt greiðast frá uppgávunum hjá Fíggjarmálaráðnum og hvussu ráðið er mannað.
Í 1998 var táverandi Fíggjar-og búskapardeildin í landsstýrinum umskipað til Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið ráðgevur landsstýrismanninum í fíggjarmálum og tekur sær av planleggingini og stýringini á økinum hjá landsstýrismanninum, t.v.s. innan fíggjarmál, búskaparmál, skatta- og lønarmál.
Stórur dentur varð lagdur á, ikki at hava málsviðgerð av einstaka borgaranum og einstøku fyritøkuni í sjálvum ráðnum. Hetta var gjørt fyri at landsstýrismaðurin ikki skuldi enda sum ein slags supermálsviðgerði, og fyri rættarkensluna hjá borgarunum, soleiðis at einstaki borgarin ikki skuldi fáa ta fatan, at politisk atlit vóru tikin, tá avgerðir um hansara viðurskifti vórðu tikin.
Tá Fíggjarmálastýrið, sum Fíggjarmálaráðið tá æt, varð skipað í 1998, var stórur dentur eisini lagdur á at sleppa undan dupultfunktiónum og fáa eina so bíliga umsiting sum møguligt. Í staðin fyri t.d. at skipa eina skattadeild við einum deildarstjora í ráðnum, varð avtala gjørd við Toll- og Skattstovu Føroya, sum TAKS tá æt, um at útinna nakrar ráðsuppgávur fyri Fíggjarmálaráðið.
Manningin í Fíggjarmálráðnum í dag er 7 fólk. Ráðsuppgávur, ið stovnar á økinum hjá landsstýrismanninum útinna, eru minni enn 2 ársverk. Hetta er áleið sama manning sum í 1998. Eisini má havast í huga málsøkini eftirlønarskipan og kommunubúskaparviðurskifti, sum í dag eru málsøki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Tað vóru tey ikki í 1998. Eisini áleggur nýggja játtanarlógin, ið samtykt varð í 2009, landsstýrismanninum stórar skyldur.
Argir, tann 24. februar 2010
Fíggjarmálaráðið