Eftir at málið um nýggja úthurð í Fíggjarmálaráðnum, nú verður tikið beinleiðis upp í Løgtinginum, hevur Fíggjarmálaráðið sent Løgtinginum eina frágreiðing um hetta mál.
Fíggjarmálaraðið hevur søkt Løgtingið um 900 túsund kr. til umbygging av øllum økinum, har høvuðsinngongdin til Fíggjarmálaráðið er. Hetta økið fevnir um durð, høvuðsgongd og móttøku. Um nógv umrøddu úthurðina kann nevnast, at talan er um ein durð, sum kostar ein triðing av samlaðu upphæddini.
Núverandi inngongd er ein skjótt 25 ára gomul loysn, sum upprunaliga var ætlað ein náttklubba. Støðan er í dag, at vit standa við eini ótíðarhóskandi inngongd, sum hvørki loysir tær funksjónir, sum eitt Fíggjarmálaráð eigur at hava, ella gevur teimum, sum arbeiða í móttøkuni, nøktandi arbeiðsviðurskifti.
Nú er ein varðandi loysn á veg. Ein loysn, sum er funksjonell, sum gevur teimum sum arbeiða í móttøkuni góð arbeiðsviðurskifti og stendur í mun til tann verandi arkitekturin. Talan er um at umbyggja eitt øki sum svarar til eini minni sethús.
Hjálagt er skrivið til Føroya Løgting.