Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám gjørdu í gjár nýggjan sáttmála, sum er galdandi til 1. oktober í 2015. Eins og felagið er eisini Fíggjarmálaráðið sum heild nøgt við sáttmálan.
Formaðurin Kári Jespersen er tó ikki nøgdur við, at Fíggjarmálaráðið skal hava sagt, at sáttmálin ásetur, at næmingarnir skulu lata inn færri uppgávur.
Rætt er tað, at tað er ikki sáttmálin, sum ásetur, at færri skrivlig avrik skulu latast inn. Tað er ásett í kunngerð, men at siga, at Fíggjarmálaráðið ber rangar upplýsingar, er at taka í so rívan til.
Nýggja miðnamsskúlaskipanin er samtykt í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, og í kunngerð eru ásetingar um tey skrivligu arbeiðini, sum nú gerast færri í tali.
Tann nýggi sáttmálin er tillagaður minkaða talinum av skrivligum arbeiði, og tað er at fegnast um, at partarnir hava funnið semju um hesi viðurskifti.
Snorri Fjallsbak
Fíggjarmálaráðið