07.04.2017 · Fíggjarmálaráðið

Týðandi samstarvsavtalur um Talgildu Føroyar undirskrivaðar

Týðandi samstarvsavtalur um Talgildu Føroyar undirskrivaðar

Í hesari vikuni undirskrivaðu ein røð av fyritøkum og feløgum samstarvsavtalu við Landsstýrið um at gera Talgildu Føroyar til veruleika. Ítøkiliga merkir hetta, at fyritøkurnar og feløgini fáa ávirkan á verkætlanina og eru við at fíggja verkætlanina við samanløgdum 16,7 mió. kr. í tíðarskeiðinum 2017-2020.

Henda fígging kemur aftrat teimum 90 mió. kr., ið landið eftir ætlan setir av í tíðarskeiðinum, og teimum avtalum, sum eftir ætlan verða gjørdar við kommunurnar. Harumframt hava føroysku peningastovnarnir sett 9 mió. kr. av til íløgur og 6 mió.kr. til rakstur í verkætlanina, sum merkir, at føroyskir bankakundar kunnu nýta nýggja talgilda samleikan til netbankan.

Vit lyfta best í felag

Fram til 2015 hevur ongin samlað ætlan verið fyri talgilding í Føroyum. Úrslitið er, at fyritøkur og stovnar hvør í sínum lagi hava ment ymiskar talgildar skipanir, og at borgarin skal fyrihalda seg til eina røð av innritingarloysnum á ymsum síðum.

Við Talgildu Føroyum fáa vit eitt samlað talgilt undirstøðukervi. Við eintýddum grunddátum, einum log-in til allar skipanir og við eini inngongd til allar tænastur (borgaraportalur), verða allir talgildu træðrirnir savnaðir saman.

Av tí at verkætlanin fevnir um bæði stovnar, fyritøkur og allar føroyingar, er umráðandi at fáa so nógvar partar við sum gjørligt, sum allir fáa ávirkan á verkætlanina. Bara soleiðis kunnu Talgildu Føroyar á bestan hátt nøkta talgilda tørvin hjá borgarum, vinnulívi og myndugleikum.

“Vit ynskja, at menningin av Talgildu Føroyum verður kjølfest breitt í føroyska samfelagnum, soleiðis at vit fáa loysnir, ið skapa so stóra framgongd sum møguligt fyri føroyingar, vinnu og alt samfelagið. Eg eri tí ómetaliga fegin um, at vit í dag hava gjørt samstarvsavtalur við eina røð av fyritøkum og feløgum, ið vilja verða partar av hesi stórfingnu verkætlan - ein verkætlan, ið fer at flyta Føroyar munandi framá við nýggjum og betri tænastum, størri kappingarføri og einum lættari gerandisdegi fyri føroyingar”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Væl ávegis

Talgildi samleikin er nú bjóðaður út, og í juni verður eftir ætlan avgjørt, hvør skal menna samleikan. Eisini er ferð sett á aðrar tættir í verkætlanini.

Nú, samstarvsavtalur við fyritøkur og feløg eru undirskrivaðar, verður farið undir at gera samstarvsavtalur við tær kommunur, ið ynskja at vera við í Talgildu Føroyum.

Tær fyritøkur og tey feløg, sum hava undirskrivað avtalu, eru:

SEV

IRF

Føroya Tele

Vodafone

Atlantic Airways

Eystur- og Sandoyartunlar

Vága Floghavn

ALS og Trygdargrunnurin

Effo

Magn

Betri Trygging

Trygd

Nordikpensjón

Lív

Betri Pensjón

Felagið Peningastovnar vegna BankNordik, Betri banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

Les meira um Talgildu Føroyar her

Fíggjarmálaráðið