Tvøroyrar kommuna er nú komin undir skuldarmarkið á eina skattaálíkning eftir at hava fingið góð fíggjarlig úrslit í 2009 og serliga í 2010. Hesi góðu fíggjarúrslitini hava gjørt, at nettoskuldin hjá kommununi er minkað rættuliga nógv, og er kommunan sostatt komin undir tað hægstamarkið fyri skuld, sum ásett er í kommunustýrislógini.
At Tvøroyrar kommuna er komin undir markið fyri skuld merkir, at kommunan ikki longur nýtist at fáa loyvi frá landsstýrismanninum fyri at upptaka lán, eins og landsstýrismaðurin ikki longur fer at hava heimildir at krevja broytingar í fíggjarætlanum. Við at koma undir álíkningina fær Tvøroyrar kommuna sostatt frælsi at avgera egin fíggjarlig viðurskifti, so leingi hon framhaldandi heldur seg undir markinum í skuld á eina álíkning.
Tað er einki at dylja yvir, at tilgongdin at fáa kommununa undir álíkningina hevur verið tung fyri allar partar, men er tað at fegnast um at komið nú er á mál. Roknast kann tí við, at fíggjarætlanirnar komandi tíðina fara at hava betri pláss til vælferðarskapandi útreiðslur.
Tað er tí við gleði, at Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum í dag hevur boðað frá, at ásetingarnar í kommunustýrislógini um serliga fíggjarliga tyngdar kommunur ikki longur eru galdandi fyri Tvøroyrar kommunu.
Tvøroyrar kommuna er fjórða kommunan, sum kemur undir álíkningina í skuld hetta seinasta árið, eftir at Runavíkar, Sunda og Nes kommunur komu undir skuldarmarkið í 2010. Jalig gongd hjá skuldarbundnum kommunum er sjálvandi í fyrsta lagi úrslitið, tá góð kommunustýrir seta seg niður og taka ábyrgd, men tað kann eisini staðfestast, at leisturin, har Fíggjarmálaráðið fer inn og ger semjur við kommunustýrir um fíggjarlig úrslit er munagóður og onkuntíð neyðugur fyri at skuld og rentur ikki skulu hava langtíðarávirkan á tann partin av vælferðini hjá føroyingunum, sum kommunurnar bjóða. Tað er tí at fegnast um, at tað gongur støðugt framá hjá mest skuldartyngdu kommununum í Føroyum.
Fíggjarmálaráðið, 21. januar 2011