Taks kann veita bindandi svar uppá skatta- og avgjaldsspurningar nú Løgtingið hevur samtykt uppskot frá Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharra um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting
- Fyrr hevur tað verið so, at borgarar ella vinnulív ikki hava kunnað fingið vissu fyri skattligu avleiðingunum av gerðum. Við hesari lógarbroyting fáa vinnan og borgarin tryggari karmar at virka undir. Hetta er eitt ynski, sum hevur verið um í langa tíð. Hetta sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, nú uppskot til broyting í løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting er samtykt í Løgtinginum.
Hóast hetta uppskot er samtykt kemur Taks at varðveita verandi uppgávu at vegleiða skattgjaldaran. Hinvegin merkir lógarbroytingin, at TAKS fyrr í tilgongdini kann taka endaliga støðu til skattingina. Hetta inniber, at ein partur av eftirlitinum kann verða flutt til vegleiðing ístaðin.
Við nýggju skipanini fáa skattgjaldarar møguleika fyri at fáa endaliga greiðu á skattligu avleiðingunum av ætlaðum ella framdum gerðum. Skipanin er kend frá øðrum londum, har skattgjaldarin, afturfyri at rinda eitt gjald, kann fáa bindandi forhondsboð upp á fyrispurning um skattligar avleiðingar.
TAKS kann við hesum veita svar uppá spurningar á bæði skatta- og avgjaldøkinum. Eitt forhondsboð er vanliga bindandi fyri TAKS í 5 ár, um umstøðurnar, sum eru grundarlag undir svarinum ikki broytast.
Fyri skattgjaldaran merkir skipanin, at rættartrygdin kring skattingina verður styrkt, av tí at eitt bindandi svar frá TAKS veitir trygd fyri, hvussu ein gerð skattliga verður viðfarin.
Eitt bindandi svar bindur einans TAKS, og spyrjarin kann tí velja at síggja burtur frá tilsøgnini. Bæði innihaldið og ein seinni avgerð frá TAKS viðvíkjandi somu viðurskiftum kunnu kærast.
Skipanin kemur í gildi 1. juli 2015.
Leinkja til løgtingsmál: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=2537