Boðast skal frá at Fíggjarmálaráðið frá 1. januar 2011 ger nýggja tulking av § 52 í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin) við viðhoyrandi kunngerð.
Við nýggju tulkingini eru transportar (t.e. avtalur/treytir um, at gjaldingar frá triðjapørtum skulu rindast til ávísar kontur o.t.) umfataðar av ásetingunum í nevndu lógargrein og kunngerð. Tað merkir, at kommunur frá 1. januar 2011 ikki kunnu veita transport uttan at landsstýrismaðurin hevur givið loyvið.
Fíggjarmálaráðið