Saman við kommununum hevur Fíggjarmálaráðið í rúma tíð arbeitt við at gera kommunalu roknskaparskipanirnar meira eins og samanberiligar.
Eitt ítøkiligt úrslit av hesum er, at Tórshavnar kommuna, landsins stórsta kommuna, nú hevur lagt fram uppskot til fíggjarætlan eftir sama leisti sum landið og sum hinar kommmunurnar gera. Hetta ger samanberleikin í almenna føroyska búskapinum munandi størri, og fer almenna kjakið um føroyska búskapin tí at grundast á einum betri vitanarstøði.
“Tað er greitt, at Tórshavnar kommuna hevur lagt nógva orku í nýggju uppsetingina av fíggjarætlanini. Úrslitið er ein greið, ítøkilig og skillig fíggjarætlan, ið gevur eitt gott grundarlag hjá politikarum at taka avgerðir útfrá, og hjá borgarum til at fáa innlit í gongdina í kommununi. Eg fegnist um úrslitið av stóra arbeiðnum hjá Tórshavnar kommunu, eins og hjá hinum kommunum, ið hava lagt um roknskaparskipan” sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Uppskot til fíggjarætlan 2010 hjá Tórshavnar kommunu kann takast niður á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu