Fíggjarmálaráðið og Tjóðbankin eru á somu kós, tá ið tað snýr seg um heildarmyndina av føroyska búskapinum. Í nýggjari frágreiðing staðfestir Tjóðbankin, at føroyski búskapurin ”koyrir í hægsta geari”
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, frøðist um, at samsvar er millum útmeldingarnar frá Fíggjarmálaráðnum og nú frá danska Tjóðbankanum.
Tjóðbankin staðfestir í frágreiðing sínari fyri 3. ársfjórðing 2007, at ”Det stigende handelsbalanceunderskud og den meget lave arbejdsløshed er klare signaler om, at økonomien kører i højeste gear. Med den store mangel på arbejdskraft ville det give god mening, at kommunerne og landskassen holder igen med yderligere udgiftsvækst i de kommende år”
Samstundis metir Tjóðbankin, at “De senere par års betydelige underskud på handelsbalancen har sandsynligvis bragt saldoen på betalingsbalancens løbende poster i underskud.”
Nýggjasta frágreiðingin frá Tjóðbankanum er fult í tráð við tað, Fíggjarmálaráðið hevur fráboðað seinastu mánaðirnar um ovurhiting í búskapinum, møguligum halli á gjaldsjavnanum og tørvin á arbeiðsmegi.
”Ójavnarnir, Fíggjarmálaráðið hevur víst á, verða staðfestir í nýggjastu frágreiðingini frá Tjóðbankanum. Samstundis metir Tjóðbankin eisini, at land og kommunur eiga at reka ein tálmandi búskaparpolitikk fyri ikki at skunda undir ovurhitaða búskapin”, staðfestir Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Samstundis sum landsstýrismaðurin frøðist um, at frágreiðingin er eitt tekin um, at búskaparpolitikkurin er á góðari leið, harmast hann um, at tað ikki hevur eyðnast at tálma ovurhitingini meiri á verandi fíggjarlógaruppskoti.
Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Magna Laksáfoss, landsstýrismanni við fíggjarmálum, á telefon 352020.