14.11.2019 · Fíggjarmálaráðið
Til ummælis: Leingja umsóknarfreistir fyri mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir
![Til ummælis: Leingja umsóknarfreistir fyri mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir](https://landsstyri.cdn.fo/savn/10350/kavamynd.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&t=66350391&s=wTmJlyPX0Hho2VyVRC3zSxeGokU)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald er lagt til almenna hoyring.
Orsøkin til uppskotið er, at freistin fyri nær søkjast kann um at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi (§3a) og leigubústaðir (§3b) gongur út 31. desember í ár.
Mælt verður til at leingja freistinar, soleiðis at hesar skipanir kunnu halda fram.
Uppskotið kann lesast her.
Møgulig ummælissvar skulu sendast til fmr@fmr.fo
Svarfreistin er mánadagin 25. november 2019.