Tíðindaskriv um fíggjarlógaruppskotið fyri 2004:
30. september 2003
AVLOP OG NÓGVAR TÝÐANDI ÍLØGUR HÓAST SPARINGAR
Hóast fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 leggur upp til, at almennu Føroyar næsta ár skulu spara stívliga eitt prosent í mun til fíggjarlógina í ár, verður vælferðarsamfelagið útbygt og endurnýggjað, eins og undirstøðukervið verður útbygt. Samstundis verður roknað við einum hollum avlopi oman fyri hundrað milliónir krónur á fíggjarlógini fyri komandi ár, og allir føroyingar fáa skattalætta.
“Setningurin er rokkin, og samgongan kann fegnast um eitt fíggjarlógaruppskot, ið tryggjar øllum føroyingum eitt væl virkandi samfelag, har vælferðin er á høgum stigi, og vinnumøguleikarnir eru góðir. Daprir spádómar um, at einki fór at bera til, eru gjørdir til skammar”.
Hetta er niðurstøðan hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2004 er liðugt og lagt fyri Løgtingið.
Í stuttum leggur fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár upp til eitt avlop á 100,6 milliónir krónur. Inntøkurnar eru mettar til 3,571 milliardir krónur, og útreiðslurnar eru 3,470 milliardir krónur.
Almennu Føroyar skulu spara 1,1 prosent í mun til fíggjarlógina fyri í ár. Í krónum og oyrum er sparingin 37 milliónir krónur, og hetta er nakað meira, enn samgongan í vár setti sær sum mál.
Samstundis skulu nógvar týðandi íløgur fremjast á avgerandi samfelagsøkjum sum t.d. vinnu-, almanna- og heilsuøkinum. Tilsamans 312 milliónir krónur fara
til nýggjar íløgur komandi ár.
Umframt hetta fáa føroyingar skattalætta fyri 70 milliónir krónur.
Fram móti sjávberandi búskapi
“Arbeiðið við fíggjarlógini hevur verið umfatandi og málrættað. Enn eitt stig er tikið fram móti einum tryggum og sjálvberandi føroyskum búskapi; hetta enntá í eini tíð, har lítil og eingin vøkstur hevur verið í altjóða búskapinum”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.
Vøksturin í útreiðslunum verður tálmaður soleiðis, at samsvar verður við minkandi blokkstuðulin úr danska ríkiskassanum. Stóri búskaparvøksturin seinastu árini er brádliga steðgaður, og tí er samstundis umráðandi, at løgtingsfíggjarlógin fyri 2004 ikki virkar tálmandi og tí elvir til niðurgongd í samfelagnum.
Hesi bæði viðurskifti toga hvør sín veg, og avgerandi hevur tí verið at semjast
um eina fíggjarlóg, sum best møguligt leggur upp fyri báðum viðurskiftum.
Fitt avlop hóast stórar og týðandi íløgur
Fíggjarlógaruppskotið er í stóran mun ein spurningur um raðfesting, og hesaferð fara høvuðsraðfestingarnar til heilsuøkið, almannaøkið og undirvísingarøkið.
Høvuðsraðfestingarnar á heilsuøkinum fara til raksturin á nýggja Landssjúkrahúsinum, heildarpsykiatri og nýggja elektroniska sjúklingaskrá.
Á almannaøkinum fara raðfestingarnar til økt tænastuvirksemi hjá heimarøktini
og fleiri bústaðarpláss til tey eldru.
Raðfestingarnar á undirvísingarøkinum fara til økt virksemi í fólkaskúlanum og miðnámsskúlunum.
Eisini á mentunar- og skúlaøkinum verða stórar íløgur gjørdar. Miðnámsskúli skal byggjast í Suðuroy, Fiskivinnu- og havbúnaðargranskingarmiðstøð í Vestmanna, ein depil fyri tekniskum og handilsútbúgvingum skal skipast og byggjast í Havn, og ein listaháskúli skal reisast í Sandoy.
Størsta einstaka íløgan komandi ár er í nýggja Suðuroyarskipið, sum krevur 109 milliónir krónur á fíggjarlógaruppskotinum. Harumframt koma íløgur í havnir, vegir og berghol. Nevnast kann, at 60 prosent av løguútreiðslunum fara til Suðuroyarskipið og samferðsluhavnina á Tvøroyri.
Íløgurnar eru stórar og týðandi, men hóast tað roknar fíggjarmálaráðharrin við einum fittum avlopi á uppskotinum til fíggjarlóg. Avlopið er mett at verða 100,6 milliónir krónur.
Samtyktir skattalættar
Í ár og komandi ár fáa føroyskir skattaborgarar eina skattalætta, sum telur heili 129 milliónir krónur. Tær 52 milliónirnar í minni skatti koma í ár, og í 2004 fáa føroyingar skattalætta fyri 77 milliónir krónur.
Umfígging av skuld
Ein partur av láninum frá danska ríkiskassanum verður umfíggjaður.
Umfíggingin hevur tvey høvuðsmál:
Annað høvuðsmálið er at stuðla uppundir at fáa ein virknan virðisbrævamarknað.
Hitt høvuðsmálið er at spara rentuútreiðslur.
Umleið 500 milliónir krónur verða goldnar eyka úr landskassanum, og 1,2 milliardir krónur verða harumframt umfíggjaðar við lánsbrøvum.
Á henda hátt verða 1,7 milliardir krónur umfataðar av umfígging og afturgjalding av uttanlandsskuld, og sparingin upp á rentur og avdráttir er uml. 30 milliónir krónur.
Spara stívliga eitt prosent
Málið framman undan, at fíggjarlógararbeiðið fór í gongd, var, at eitt prosent skuldi
sparast í mun til fíggjarlógina í ár. Nú komið er á mál, er tann nógv umrødda sparingin
oman fyri eitt prosent. Nágreiniliga talið er 1,1 prosent, ið svarar til 37 milliónir krónur.
“Arbeiðið at spara er avbjóðandi og strævið hjá øllum teimum, sum eru uppi í tí. Kortini hevur tað eydnast at finna sparingarnar og ruddiliga tað, vit settu okkum fyri”, sigur Karsten Hansen, sum vísir á, at har sparingar verða framdar, er onkur, ið verður raktur av sparingum.
“Hesum veruleika slepst ikki undan. Vit hava tó hildið okkum fyri eygað,
at aftan fyri øll tøl eru menniskju, og tey skulu hava eina virðiliga viðferð”, sigur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum.
Millum økini, ið eru fyri sparingum á fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár,
er barsilsskipanin, ið verður skerd soleiðis, at hon gerst útreiðsluneutral fyri landskassan. Eisini rentustuðulin til sethúsaeigarar verður raktur av sparingunum. Hann verður skerdur trý prosentstig, soleiðis at hann fer niður á 37 prosent av rentuútreiðslunum. Saman við avgjøldunum á góðgæti, sigarettum og beriposum eru hetta øki, har landsstýrismaðurin roknar við at leggja rygg til atfinningar - eitt nú frá politisku andstøðuni.
“Andstøðan í Løgtinginum fer uttan iva at seta ljós á møguligar neiligar partar av fíggjarlógini. Hesum rokna vit við, og tað er eisini skyldan hjá andstøðuni í fólkaræðinum
at hava ein kritiskan hugburð mótvegis arbeiðinum hjá teimum, ið stjórna landinum. Hinvegin hevði verið stimbrandi fyri javnvágina í komandi orðaskiftinum um fíggjarlógaruppskotið, um andstøðan og aðrir atfinnarar eisini taka tey jaligu viðurskiftini við. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 eru heilt
nógv týðandi og positiv stig tikin til tess at tryggja øllum føroyingum eitt væl virkandi samfelag, har vælferðin er á høgum stigi, og vinnumøguleikarnir eru góðir”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Karsten Hansen
landsstýrismaður