13.10.2005 · Fíggjarmálaráðið

Tíðindaskriv - Fíggjarmálaráðið hevur ikki boðað frá verkbanni

Hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur vrakað semingsuppskotið frá semingsmonnunum, merkir tað ikki, at verkbann er galdandi

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur vrakað semingsuppskotið, sum semingsstovnurin hevur lagt fyri Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Orsøkirnar eru tað stutta tíðarskeiðið og lønarhækkanin.

Ein eitt ára sáttmáli er ov stuttur og gevur hvørki stabilitet ella frið á arbeiðsmarknaðinum.

“Vit hava heldur arbeitt fram ímóti at fáa sáttmálaskeiðini longri, tí so er friður á arbeiðsmarknaðin í longri tíð, og tað merkir samstundis stabilitet. At fara hinvegin og stytta sáttmálatíðarskeiðið er skeiv leið at halda”, sigur Bárður Nielsen.

“Skuldi lønarhækkanin í semingsuppskotinum verði galdandi fyri allan almenna sektorin, hevði tað kostað landskassanum ov nógv, tá ið hugsað verður um samfelagsbúskapin og hallið í landshúsarhaldinum komandi ár. Alternativið til lønarhækkan er at avmarka talið á almennum størvum, og tað er neyvan ynskiligt, sum búskaparligu vánirnar eru”, sigur Bárður Nielsen.

“Fíggjarmálaráðið var og er framvegis sinnað at samráðast víðari, so at ein semja kann verða funnin”, sigur Bárður Nielsen.

Arbeiðsskylda stendur við

Hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur vrakað semingsuppskotið, merkir tað ikki, at verkbann er galdandi.

Ein meginregla í setanarrættinum er, at hóast kollektivir sáttmálar fara úr gildi, eru individuellu sáttmálarnir framvegis galdandi.

Í hesi støðu merkir tað – hóast semingsuppskotið er vrakað – at limirnir í Starvsmannafelagnum hava skyldu at røkja sítt arbeiði. Hetta líka til annaðhvørt Starvsmannafelagið boðar frá verkfalli ella Fíggjarmálaráðið boðar frá verkbanni.

Fíggjarmálaráðið hevur ikki boðað frá verkbanni.

Argir, tann 13. oktober í 2005

Fíggjarmálaráðið