03.02.2003 · Fíggjarmálaráðið

Tíðarætlan fyri fíggjarlógararbeiði

Tíðarætlan fyri fíggjarlógararbeiðið 2004

1. mars
Metingar av lógarbundnum útreiðslum sendar FMR

15. mars
Útspæl frá FMR um samlaðan útreiðslukarm hjá tí almenna - býttur á játtanarsløg

25. mars
Landsstýrisfundur um samlaðan útreiðslukarm

27. mars
Samgongufundur um samlaðan útreiðslukarm

5. apríl
Fráboðan frá FMR um samlaðan karm fyri hvørja grein sær býttur á játtanarsløg.

23. apríl – 7. mai
Fundir við hvørt landsstýrisráð sær um samlaðan karm fyri greinina - landsstýrisráðini kunna FMR um ætlaði nýggj tiltøk og møguligar sparingar

14-15. mai
Landsstýrisfundur um býti av samlaðum útreiðslukarmi - sæð í ljósinum av nýggjum tiltøkum og sparingum - møguliga 2 heilir dagar inntil semja er undirskrivað

10. juni
Uppskot til játtan á hvørja høvuðskontu fráboðað FMR

10. juni – 20. august
Umsitingin arbeiðir við at framleiða sjálvt fíggjarlógaruppskotið

29. august
Fíggjarlógaruppskotið liðugt og sent samgonguni til viðmerkingar. Frágreiðing verður gjørd.

10. september
Fíggjarlógaruppskot 2004 sent til prentingar.

22. september
Fíggjarlógaruppskot liðugt prentað og verður saman við frágreiðing lagt fyri Løgtingið.

25. september
Framløga í Løgtinginum og tíðindafundur um fíggjarlógaruppskotið.

25. november
Broytingaruppskot landsstýrissins + nýggjar inntøkumetingar gjørdar

29. desember
Samtykt fíggjarlóg 2004 kunngjørd. (A-yvirlit, B-játtanir, C-átekningar)

10. januar
Rættingar frá landsstýrisráðunum til viðmerkingarnar til dagførdu fíggjarlógina sendar FMR

20. januar
Dagførd fíggjarlóg 2004 til prentingar (A-yvirlit, B-játtanir, C-átekningar + viðmerkingar)