28.09.2012 · Fíggjarmálaráðið

Tamarhald fingið á útreiðsluvøksturin

Í fíggjarlógaruppskotinum 2013 kunnu vit staðfesta, at politikkurin hjá hesi samgonguni at fáa avlop aftur á fíggjarlógina í 2016 gongur eftir ætlan. Henda samgongan hevur eftir einum lítlum ári vent gongdini og fingið tamarhald á útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini, samstundis sum føroysku húsarhaldini hava fingið fleiri pengar at ráða yvir.

Nýggjastu metingarnar fyri 2012 vísa, at vøksturin í samlaðu útreiðslum landskassans er komin niður á 2,2%. Hetta er minni enn helvtina av miðalvøkstrinum frá 2000 til 2011, sum var 4,8% um árið. Í fíggjarlógaruppskotinum 2013 verða útreiðslurnar tær somu sum í 2012.

Í 2013 fer hallið á fíggjarlógini at verða 253,2 mió. kr. Hetta eru smáar 125 mió. kr. betri enn úrslitið á fíggjarlógini í ár, sum er 365,1 mió. kr.

Hallið á framlagda fíggjarlógaruppskotinum er tó 378,2 mió. kr. Munurin kemst av, at uppskotið um tilfeingisgjald (120 mió. kr.) og uppskotið um at landskassin skal fáa ágóðan av øllum bótum, ið verða skrivaðar út í Føroyum, (5 mió. kr.), ikki vóru endaliga liðug, áðrenn framløguna av fíggjarlógaruppskotinum. Samgongan er samd um hesi tiltøkini, tí verða hesi uppskotini eisini løgd fram, soleiðis at tey fáa gildi frá 1. januar 2013.

Tað hevur fyrr verið funnist at uppskotunum til játtanarkarmar, tí ov stórur partur av tiltøkunum hava verið ógreinað. Hesar atfinningar hevur henda samgongan tikið til sín. Nú eru øll tiltøkini, sum vóru 46 í tali í vár, útgreinað. At tiltøkini nú eru útgreinað, fer frameftir at gera fíggjarlógararbeiðið og karmasamráðingarnar væl smidligari.

Løgukarmurin í fíggjarlógaruppskotinum 2013 er 260 mió. kr., men løguvirksemið hjá landinum verður næstan tað dupulta í 2013, tí umleið 142 mió. kr. av løgukarminum í ár verða støðlaðar og fluttar til 2013 at brúka. Harumframt fer Vága Floghavn í holt við at byggja nýggja farstøð fyri góðar 100 mió. kr. í 2013. Økta løguvirksemið hjá landinum fer at koma væl við hjá byggivinnunum, har lønargjaldingarnar hava staðið í stað seinastu tíðina.

Tað skal viðmerkjast, at skipanin við støðling var upprunaliga ætlað sum ein skipan, har løgujáttan kundi flytast yvir um fíggjarár, um tað ikki eydnaðist at fremja alla løgujáttanina í viðkomandi fíggjarári. Vit kunnu staðfesta, at skipanin ikki virkar heilt eftir ætlan, og tí verður skipanin við støðling av løgum endurskoðað.

Av raðfestingum í fíggjarlógaruppskotinum 2013 kunnu nevnast:

• Munandi økt løguvirksemið, serliga til skúlar og til fólk við serligum tørvi.
• Uppraðfesting av ferðavinnuni.
• 96 nýggj røktarheimspláss í Tórshavn, Vestmanna og Klaksvík.
• Uppraðfesting av miðnámsskúlum og Fróðskaparsetrinum.
• Fólkapensjónir, fyritíðarpensjónir og aðrar almannaveitingar hækka 1,7% 1. januar 2013.
• Nýggj pensjónsskipan, sum fer at rokna pensjón av øllum lønargjaldingum frá 2014 at rokna.
• Rationalisering og samanlegging av stovnum undir Fíggjarmálaráðnum.
• Betri avtalur um serviðgerð uttanlands, samstundis sum arbeitt verður við heimtøkum.
• Felags bíðilistar fyri føroysku sjúkrahúsini.
• Tilboðið um ókeypis HPV-koppseting verður víðkað.
• Yvirtøka av útlendingamálum frá 1. august 2013 at rokna.
• Vakstrarætlan skal gerast fyri Sandoynna.
• Hægri játtan til Strandferðsluni.

Hallið á fíggjarlógini 2013 verður sostatt 253,2 mió. kr. Úrslitið er sostatt á sama støði sum í játtanarkørmunum, ið Løgtingið samtykti 3. mai í ár, har úrslitið var 249,5 mió. kr. í 2013.

Leinkja til fíggjarlógaruppskotið 2013

Fíggjarmálaráðið, 28. september 2012

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður

Framløga av fíggjarlógaruppskotinum 2013