Landsstýrið stimbrar vøksturin í samfelagnum, samstundis sum vælferðartænastur og útbúgving verða raðfest.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur í dag lagt uppskot til fíggjarlóg fyri 2014 fyri Løgtingið. Uppskotið vísir, at nettorakstrar-útreiðslurnar verða 4.566 mió. kr., meðan inntøkurnar verða 4.611 mió. kr.
Løguútreiðslurnar eru 295 mió. kr. Sostatt verður hallið í 2014 væntandi 250 mió. kr. Fíggjarlógaruppskotið hevur eisini góð tíðindi við sær fyri fleiri øki, ið verða uppraðfest. Talan er millum annað um hægri raðfestingar á útbúgvingar, eldra- og heilsuøkinum.
- Landsstýrið hevur sett sær fyri, at hallið skal fáast at minka. Tað má tó gerast ábyrgdarfult, við skili og á ein hátt, sum ikki skalar búskapin og samlaða eftirspurningin í samfelagnum óneyðuga nógv. Sjálvandi er harmiligt, at hallið ikki er minni, men tað er tó einans 1,8 prosent av BTÚ, og hetta er lítið, tá ið sammett verður við onnur lond. Kósin er sett fyri at fáa javnvág og um nøkur ár at byrja at rinda aftur skuld, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Tamarhald á almennum útreiðsluvøkstri
- Landsstýrið hevur longu rokkið fleiri avgerandi málum við nýskipanum og tamarhaldi á útreiðslum, væl at merkja eftir bert tveimum árum og í búskaparliga avbjóðandi tíðum, sigur Jørgen Niclasen.
Eitt avgerandi mál, ið fíggjarmálaráðharrin vísir á, er tamarhaldið, ið er fingið á almenna útreiðsluvøkstrinum seinastu mongu árini. Næsta ár verður vøksturin undir 2% í mun til í ár.
- Hetta er ein týðandi táttur í arbeiðinum at fáa hallið burtur. Búskapurin veksur næstu árini væntandi skjótari enn útreiðslurnar hjá landskassanum. Tað ber í sær, at almenni geirin minkar sum partur av samlaða búskapinum, og tað er eisini týðandi fyri at fáa hallið burtur, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Positivur grundrakstur
Ein av fleiri indikatorum, ið peika rættan veg, er, at grundraksturin hjá landskassanum er batnaður munandi og hevur avlop í 2014. Grundrakstur er raksturin frádrigin rentur, vinningsbýti, løgur, aðrar fíggjarpostar og serinntøkur. Í 2011 var undirskotið á grundrakstrinum 130 mió. kr., men komandi ár er avlopið mett til at verða útvið 70 mió. kr.
Fíggjarlógaruppskotið stimbrar vøkstur
Fyri at stimbra eftirspurningin og at skunda undir vøkstur í øllum samfelagnum eru í fíggjarlógaruppskotinum næstan 300 mió. kr. í løgum. Harumframt vera góðar 100 mió. kr. í óbrúktum løgujáttanum, og sostatt kunnu brúkast fyri omanfyri 400 mió. kr. í løgum næsta ár.
Fíggjarlógaruppskotið og annað tilfar í sambandi við uppskotið kann takast niður á www.fmr.fo.