01.11.2016 · Fíggjarmálaráðið

Talgildur varði rokkin

Talgildur varði rokkin

Fyrsta fetið ímóti at talgilda ymiskar tænastur í føroyska samfelagnum er nú tikið. Gjaldstovan hevur sett fyrsta partin av talgildu Føroyar verkætlanini í verk. Fyrsti partur av verkætlanini verður róptur Heldin.

 

Heldin tryggjar og savnar samskifti ímillum allar spjaddar datagrunnar í Føroyum.  Arbeiðið við at seta í verk Heldina hevur verið skipað sum ein verkætlan, mannað við fólki frá Gjaldstovuni, frá øðrum almennum stovnum, frá føroyskum KT-ráðgevum og -veitarum, og við estlendskum serfrøðingum.

 

Tætt samstarv við tað almenna og KT vinnuna í Føroyum hevur verið ein avgerandi lutur í at fáa verkætlanina at hepnast væl. Hetta hevur eisini vakt ans uttanlands.  Verkætlanin fekk á ráðstevnu í Estlandi fyrr í ár eitt heiðursprógv fyri skjótastu verkseting.

 

Eg fegnist um, at fyrsti varðin longu er rokkin í hesi týðandi verkætlanini. Talgildu Føroyar verkætlanin flytir Føroyar framá við risafetum innan talgilding, og fer hetta at fáa stóran týdning fyri menningina av okkara landi framyvir. Næsti varðin, ið skal røkkast, er ein talgildur samleiki (talgild undirskrift) til allar føroyingar.” sigur Kristina Háfoss landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Heldin varð tikin í nýtslu á almennum tiltaki hjá Gjaldstovuni, sum varð hildið i Læraraskúlahøllini týsdagin í seinastu viku. Fleiri almennir stovnar eru longu partur av skipanini, og fleiri eru á veg. Harafturat hava privatar fyritøkur víst áhuga fyri Heldini, og tær er sinnaðar at kanna nærri, um Heldin skal brúkast, tá ið upplýsingarnar skulu skiftast  við aðrar myndugleikar og fyritøkur.

 

Filmur um Heldina sæst her og meira kann lesast um Heldina og Talgildu Føroyar við at trýsta á leinkjuna her.