24.05.2017 · Fíggjarmálaráðið

Svar viðvíkjandi bústaðarbygging hjá Bústøðum

Svar viðvíkjandi bústaðarbygging hjá Bústøðum

Svar uppá § 52a fyrispurning frá Jørgen Niclasen, Løgtingsmanni um bygging hjá Bústaðir.

Spurningar

  1. Hevur landstýrismaðurin góðkent, at Búðstaðir ikki bjóðar út til føroyskar handverk­arafyritøkur, men í síni íbúðabygging ger undirhondsavtalu við danska byggikubba-fyritøku.
  2. Hevur danska fyritøkan, sum skal levera byggikubbar til Mattalág, fyrr bygt bygningar til Føroya? Og um so er, hvussu hevur kvaliteturin roynst til føroyska veðurlagið?
  3. Hvussu nógvar skattakrónur missa føroysku lands- og kommunukassar við, at hondverk­ararskatturin fer í danskar kassar ístaðin?
  4. Er útboðspolitikkurin hjá landinum galdandi fyri eksterna grunnin, Bústaðir?
  5. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at tryggja, at Búðstaðir eisini fylgir almennum útboðsreglum?
  6. Hevur ella fer Kappingarráðið at kanna útboðsháttin hjá Búðstøðum?

Svar

Lat meg byrja við at greiða eitt sindur frá virkseminum og støðuni hjá Bústøðum á føroyska byggi- og bústaðamarknaðinum.

Bústaðir hevur higartil framt 14 byggiverkætlanir, umframt 5 aðrar, sum eru í gerð. Tær 14 fevna um 181 leigumál, meðan tær 5 í gerð fevna um 84 leigumál. Hesar 19 verkætlanirnar kunnu lýsast soleiðis:

  • 14 byggiverkætlanir eru nýbyggingar, høvuðsumvælingar og umbyggingar, sum føroyskir arbeiðstakarar hava staðið fyri. Talan hevur verið um bygging á staðnum ella við uppsetan av framleiddum elementum, sum í einum føri vórðu innflutt. Hetta var ein verkætlan í Sørvági, har elementini vórðu flutt inn úr Baltikum.
  • 4 av verkætlanunum eru keyptar ognir, sum hava havt tørv á smærri umvælingum.
  • 1 verkætlan, við 8 vardum íbúðum í Klaksvík, eru modulir, sum eru flutt inn úr Danmark.

Tær 265 íbúðirnar, sum higartil eru gjørdar, ella eru í gerð, eru allar fyrireikaðar og settar saman av føroyskum fyritøkum. Av hesum eru element ella modulir flutt inn til 13 íbúðir. 8 modulir til vardar íbúðir í Klaksvík, og elementir til 5 íbúðir í Sørvági.

Bústaðir er sostatt týdningarmikil byggiharri á føroyska byggimarknaðinum. Bústaðir er partur og luttekur í nógvum verkætlanum, sum skulu verða við til at tryggja eitt gott, bíligt og fjøltáttað bústaðaútboð í Føroyum. Tí roynir Bústaðir at troyta allar tøkar møguleikar fyri at røkka endamálinum, umframt at royna nýggjar leiðir.

Bústaðir leggur seg so vítt gjørligt eftir at stuðla tí sokallaða “Keyp føroyskt” átakinum, ikki minst, tá ið tað snýr seg um áhaldandi førleikamenning innan føroysku byggivinnuna og føroyska bústaðamarknaðin. Nevnast kunnu t.d. størstu verkætlanirnar hjá Bústøðum, ið eru Biskupstorg í Klaksvík og Kommunuskúlin í Havn, við føroyskum arkitektum, ráðgevum og arbeiðstakarum. Hetta eru slóðbrótandi og førleikamennandi verkætlanir, sum í verki vísa, at føroyskar fyritøkur bæði eru dugnaligar og kappingarførar við útlendskar.

Hópframleiðsla av standard byggimodulum, sokallað ídnaðarligt modulbyggjarí, hevur verið í stórari menning seinastu árini, bæði her heima, men serliga í grannalondum okkara.

Tað eru fleiri fyrimunir við at framleiða standard byggimodulir í innandura umhvørvið við tólmennum og framkomnari tøkni, áðrenn tey verða sett upp á byggiplássinum. Prísurin verður hildin niðri, samstundis sum góðskan kann betrast. Tíðin til uppseting á byggiplássinum verður styttri, og uppsetingin verður sostatt ikki so nógv órógvað av veðrinum, sum ofta kann vera ein avbjóðing her hjá okkum.

Í løtuni er nógv virksemið í Føroyum, samstundis sum tørvurin og eftirspurningurin eftir leigubústøðum er størri enn nakrantíð. Nú Bústaðir roynir møguleikan við ídnaðarligum byggimodulum úr útlondum, sum part av einu verkætlan teirra, vil hetta minka trýstið av byggivinnuna í Føroyum og minka ávirkan teirra á kostnaðarstøðið í føroysku byggivinnuni.

Á grundøkinum við Mattalág í Havn hava Bústaðir í fleiri ár, við ymiskum føroyskum ráðgevum og við ymiskum føroyskum arbeiðstakarum, roynt at fingið til vega eina verkætlan, sum kundi gjøgnumførast við atliti at kostnaði, tíð og dygd.

Eftir arkitektakapping í 2013 royndu fleiri ráðgevar, saman við arbeiðstakara, at koma fram til eina verkætlan, ella partar av eini verkætlan, sum kundi gjøgnumførast, men tað eydnaðist ikki. Í 2015 og 2016 royndu so aðrir ráðgevar og arbeiðstakarar at gjøgnumføra eina aðra verkætlan við lestraríbúðum, men heldur ikki henda verkætlanin bar á mál.

Bústaðir hevur tí valt eina aðra loysn við donskum veitara av ídnaðarligum byggimodulum. Hetta er gjørt fyri at fáa fleiri leigubústaðir bygdar skjótt og til lágan kostnað.

Bústaðir hevur longu royndir við veitaranum av ídnaðarligu byggimodulunum til verkætlanina við Mattalág, tí veitarin hevur smíðað modulini til vardu íbúðirnar á Heygavegnum í Klaksvík. Veitarin hevur harumframt royndir á evropeiska meginlandinum, úr Hetlandi, Grønlandi og Íslandi. Veitarin fyrireikar íbúðirnar við Mattalág neyvt saman við toyminum hjá Bústaðum, soleiðis at íbúðirnar verða gjørdar sum Bústaðir vil hava tær. Kostnaðurin verður lægri enn um íbúðirnar vórðu framleiddar á staðnum, og framleiðslan og uppsetingin kann gerast innanfyri eitt hálvt ár.

Umframt íbúðirnar við Mattalág, so fer Bústaðir at byggja 18 íbúðir við Karlamagnusarbreyt, sum verða veittar av sama veitara, sum ger byggimodulini til verkætlanina við Mattalág. Av hesum eru 12 vardar íbúðir. Tørvurin á vardum íbúðum er sera átrokandi, og tí metir Bústaðir, saman við Almannamálaráðnum, Almannaverkinum og avvarðandi áhugafeløgum, at tað er ein skjót og góð loysn, eisini at fremja byggiverkætlanina við Karlamagnusarbreyt í samstarvi við veitaran av byggimodulunum til verkætlanina við Mattalág.

Verkætlanin við Karlamagnusarbreyt hevur ikki verið boðin út. Talan er um sama slag av íbúðum sum við Mattalág. Av tí at tørvurin er so átrokandi, og at møguleikin var fyri, innanfyri stutta tíð, at lata sama modulframleiðara lata sama slag av modulum til hesa verkætlanina, hevur Bústaðir tikið av hesum tilboði.

Vanliga verður sagt, at tá ið hús ella íbúðir verða bygdar, so fer helvtin av kostnaðinum til tilfarið. Hin helvtin fer so til grundøki, byggibúning, arbeiðsløn o.a. Royndirnar, sum Bústaðir t.d. hava úr Klaksvík, vísa, at tá ið byggimodul verða flutt inn, so fer umleið 60% av kostnaðinum av landinum, og 40% av kostnaðinum liggur eftir í Føroyum. Tey 40% fara til at rinda flutning, grundøki, byggibúning og arbeiðsløn til at seta saman og gera byggiverkætlanina lidna.

Tað hevði allarhelst ligið meira eftir í Føroyum, um øll verkætlanin var gjørd í landinum. Í meðal verður mett, at tað tá liggja um 50% eftir í landinum og 50% fer til tilfar v.m. í útlondum.

Síðan til svarini til ítøkiligu spurningarnar frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni.

1. Landsstýriskvinnan heldur sum heild, at Bústaðir eigur, sum almennur stovnur, at geva føroyskum fyritøkum møguleika at bjóða uppá tær verkætlanir, ið Bústaðir letur byggja. Upprunaliga byggiverkætlanin við Mattalág varð bjóðað út, og roynt hevur verið í nøkrum umførum at gera verkætlanin til veruleika. Tíverri hava innkomnu tilboðini og loysnirnar verið ov kostnaðarmiklar, um Bústaðir skuldi røkka málinum at gera leigubústaðir til lágan kostnað. Bústaðir hevur tí valt aðra loysn til tess at byggja skjótt og til hóskandi kostnað.

19 verkætlanir hjá Bústøðum eru farnar av bakkastokki, og aðrar 10 eru um at verða klárar at verða settar í verk. Komandi tíðina fer Bústaðir at at byggja um 200 nýggjar bústaðir. Fyri at fáa bestu dygd til lægsta kostnað, hevur Bústaðir roynt fleiri ymiskar útboðshættir, t.d. alment útboð, innbodna lisitatión, undirhondsboð og “beauty contest”.

Sum eitt av fyrstu átøkunum hjá landsstýriskvinnuni, tá ið samgongan tók við landsins leiðslu í 2015, var, at lata Bústøðum eitt skjal, við teimum raðfestingum, ið landsstýrið ynskir at Bústaðir skal raðfesta. Talan er um: a. Leigubústaðir við lágum leigukostnaði. b. Lestrarbústaðir. c. Bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum. Sostatt viðgerð landsstýriskvinnan yvirskipaðu bústaðarpolitisku raðfestingarnar, ið ynsktar verða. Landsstýriskvinnan viðgerð hinvegin ikki útbjóðingar og ítøkiligar byggiverkætlanir hjá Bústøðum.

2. Sum skilst, hevur útlendski veitarin av byggimodulum við Mattalág góðar royndir úr Íslandi, Grønlandi og Hetlandi. Harumframt hevur Bústaðir upplýst, at royndirnar eru jaligar í sambandi við byggiverkætlanina av vardu íbúðunum í Klaksvík, sum vórðu bygdar í 2015.

Kostnaðurin fyri íbúðirnar, frá veitaranum, var umleið 10.000 kr. fermeturin, og kostnaðurin, tá ið alt var liðugt, íroknað flutning, grundøki, byggibúning og liðugt gerð, var umleið 17.000 kr. fermeturin. Byggjaríið er væleydnað og íbúðirnar eru vælumtóktar.

Bústaðir hevur upplýst, at einasta tillagingin eftirfylgjandi eru vindplátur, sum skulu skiftast út. Orsøkin er, at eftir at byggingin varð framd, hevur tað víst seg, hóast pláturnar vórðu góðkendar, so eru tær ikki í lagi.

Tað vísir seg at vera ein generellur trupulleiki við sokallaðu MgO plátunum, ið eru nógv nýttar, eisini í Føroyum. Bústaðir tekur stig til at skifta pláturnar, men kostnaðurin av hesum verður væntandi partur av trygdini, sum veitarin hevur sett. Bústaðir kann í øllum førum veita trygd fyri, at tað verður ikki leigarin, ið kemur at bera nakran kostnað av hesum. Í altjóða høpi eru fleiri sakarmál ávegis um júst hesar pláturnar.

3. Bústaðir metir, at við at flyta inn samansettar eindir, sokallaði byggimodulir, fer 60-70% av kostnaðinum av landinum, samanborið við 50%, um bert tilfarið varð flutt inn og restin gjørd í landinum. Orsøkin er, at stórur partur av arbeiðinum verður framt av føroyskum fyritøkum hóast sjálvt byggimodulini eru innflutt.

4. Jørgen Niclasen setti sjálvur rundskrivið um keyp av vørum og tænastum i gildi, umframt Keypsportalin, sum kom at virka, tá ið hann var landsstýrismaður. Spyrjarin átti tí at vitað, hvat útboðspolitikkurin hjá landinum snýr seg um.

Bústaðir kemur ikki undir játtanarslagið rakstrarjáttan og er tí ikki fatað av rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum. Tað sama ger seg galdandi fyri íløgur, ið Landsverk stendur fyri (sí eisini svarið til spurning 5). Hetta var eisini galdandi tá spyrjarin var landsstýrismaður.
 
Upplýsast kann, at í fjør vórðu reglurnar fyri Keypsportalin herdar, so meira nú skal bjóðast út á Keypsportalinum enn áður.

Rundskrivið um keyp av vørum og tænastum er galdandi fyri alt keyp omanfyri 50.000 kr. u/mvg av vørum og tænastum, sum kemur undir játtanarslagið rakstrarjáttan í løgtingslóg um landsins játtanarskipan.

5. Rundskrivið er ikki galdandi fyri byggiverkætlanir, sum stórur partur av virkseminum hjá Bústaðum snýr seg um. Fyri byggiverkætlanir er lisitatiónslógin galdandi (Løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m.). Landsstýriskvinnan framdi tó herfyri eina broyting í rundskrivnum, sum nú letur upp fyri møguleikanum at leggja byggiverkætlanir út á Keypsportalin, eins og kommunur eru vælkomnar at brúka Keypsportalin.

6. Ikki er greitt um Kappingarráðið hevur ella fer at kanna útboðsháttin hjá Bústøðum. Henda spurningin má spyrjarin seta rætta viðkomandi.

Tinganes, tann 24. mai 2017