Fyrst skal verða greitt eitt sindur frá um endamálið við ferðini. Talan er um eina longri tilgongd, har grønlendska heimastýrið er farið at vísa stóran áhuga fyri Búskapaskipan Landsins. Eisini vísa teir skattaskipan okkara ans. Í desember seinasta ár var ein størri grønlendsk sendinevnd í Føroyum fyri at seta seg inn í okkara KT-skipanir. Eftir hesa vitjan ynsktu grønlendingar, at vit komu til Grønlands í mars mánaði at kunna um skipanir okkara fyri einum størri fora av embætisfólki og politikarum. Frá grønlendskari síðu hevði man í hesum sambandi ynski um eisini at fáa kunning um, hvussu føroyskir politikarar upplivdu okkara búskaparskipanir. Jóannes Eidesgaard var landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá ynski kom frá grønlendingum, og upprunaliga var ætlanin eisini, at hann skuldi fara til Grønlands at greiða frá sínum royndum. Beint áðrenn farast skuldi avstað hendi sum kunnugt landsstýrismannaskifti í Fíggjarmálaráðnum. Eg hevði ikki møguleika at fara sjálvur til Grønlands og heldur ikki havi eg serliga langar royndir við at arbeiða við Búskaparskipan Landsins. Hvat var so meira nærliggjandi hjá mær at gera, enn at heita á Jóannes Eidesgaard um at fara til Grønlands at kunna grønlendingar um sínar royndir við okkara búskaparskipanum. Jóannes Eidesgaard hevur í fyrru helvt av nítiárunum arbeitt undir gomlu skipanini. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum 1994-1996 tók Jóannes Eidesgaard stig til at fara undir at menna tað sum vit í dag kenna sum Búskaparskipan Landsins. Frá 2004 til 2011 hevur Jóannes Eidesgaard arbeitt undir hesi skipan, fyrst sum løgmaður og síðan sum fíggjarmálaráðharri.
Eg síggi fyri mær, at her kann spyrjast eitt fruktagott samstarv burtur úr millum Føroyar og Grønland, sum kann skapa arbeiðspláss í Føroyum og geva grønlendingum nakrar fyrimunir í mun til, um teir skulu til at menna nakrar kt-skipanir heilt av nýggjum.
Spurningar frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni