24.09.2010 · Fíggjarmálaráðið

Sunda kommuna undir álíkningini í skuld

Sunda kommuna er komin undir álíkningini í skuld eftir at hava verið omanfyri skuldarmarkið í smá tvey ár. Herdu ásetingarnar í kommunustýrislógini til fíggjarligu viðurskiftini hjá serliga skuldartyngdum kommunum eru frá 1. september tí ikki galdandi fyri Sunda kommunu.

Sunda kommuna kom omanfyri skuldarmarkið, tá nýggj roknskaparkunngerð frá ársbyrjan 2009 setti krav um at skuldin í felagsskúlanum á Oyrabakka skuldi inn sum skuld hjá kommununum, sum áttu skúlan. Sunda kommuna hevur sostatt minkað so mikið um sína skuld, at kommunan aftur er undir álíkningini í nettoskuld.


Argir, tann 24. september 2010


Fíggjarmálaráðið