01.07.2010 · Fíggjarmálaráðið

Stýrisvalið og samsýningin til stýrislimirnar í Húsalánsgrunninum er væl grundað

Stýrislimirnir í Húsalánsgrunninum skulu til eina og hvørja tíð stýra og fáa Húsalansgrunnin at virka sambært tí løgtinglóg, sum Løgtingið hevur samtykt um grunnin. Samstundis skal samsýningin til stýrið vera rímilig, bæði við atliti at arbeiðsorku og við atliti at, hvat onnur líknandi stýrið fáa

Seinastu dagarnar hevur Miðflokkurin skuldsett landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at fremja valdsmisnýstlu við at velja flokskammeratar í almennan grunn við feitari løn. Hesar skuldsetingar eru púrasta burturvið og mugu tí staðiliga afturvísast.

Niðanfyri verður givin ein stutt frágreiðing um grundgevingarnar fyri at skifta meirilutan í stýrinum út og reguleringini í stýrissamsýningini.

Húsalánasgrunnurin er ein stovnir undir landinum, hvørs virksemið er regulerað við løgtingslóg. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur Húsalánsgrunnin sum málsøki og hevur sostatt eisini ábyrgdina av, at grunnurin til eina og hvørja tíð virkar sambært galdandi lóggávu. Stýrið fyri Húsalánsgrunnin skal tí eisini til eina og hvørja tíð stýra grunninum sambært tí løgtingslóg, sum Løgtingið hevur samtykt um Húsalánsgrunnin.

Áðrenn nýggja lógin um Húsalánsgrunnin varð samtykt í Løgtinginum, gjørdi fyrrverandi stýrið greitt, at tað fór ikki at bera til at fáa Húsalánsgrunnin at virka sambært nýggju lógini. Tá nýggja lógin um Húsalánsgrunnin varð samtykt var tí ikki annað at gera, enn at skifta meirilutan í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin út. Ongin fer at geva nøkrum ábyrgdina at loysa eina uppgávu fyri seg, tá viðkomandi frammanundan boðar frá, at hetta fer ikki at bera til. At vera stýrislimur í Húsalángrunninum er ikki nøkur vanlig starvssetan, men ein álitissessur. Tí kunnu stýrislimir til eina og hvørja tíð verða skiftir út, um landsstýrismaðurin ikki longur hevur álit á teimum.

Miðflokkurin sigur eisini, at orsøkin til at tveir limir í stýrinum vóru skiftir út, er, at vrakaðu limirnir vóru ikki politiskt samdir við landsstýrismannin. Hetta kenni eg einki til. Hvørja politiska fatan stýrislimirnir í Húsalánsgrunninum hava er fullkomiliga líkamikið. Stýrislimirnir í Húsalánsgrunninum hava eina greiða uppgávu, teir skulu stýra grunninum og fáa grunnin at virka sambært tí løgtingslóg, sum Løgtingið hevur samtykt um Húsalánsgrunnin.

Nýggju stýrislimirnir eru valdir, tí teir vera mettir at vera væl skikkaðir at fáa Húsalánsgrunnin at virka sambært nýggju lógini og endamálinum. Tann eini hevur fyrr verið stýrisformaður í Húsalánsgrunninum og hevði tá líknandi ambitiónir við orkulánum. Hin limurin er valdur, tí hann hevur stóra fakliga vitan og drúgvar royndir á orkuøkinum.

Tað eru fleiri grundgevingar fyri at regulera føstu samsýningina til stýrið fyri Húsalánsgrunnin. Nýggja lógin um Húsalánsgrunnin er ein rammulóg, sum stýrið fyri Húsalansgrunnin skal fáa av virka við m.a. at gera uppskot til kunngerðir og aðrar reglur. Hetta verður ein stór arbeiðsuppgáva hjá stýrinum, serliga tað fyrsta árið.

Tað hevur annars allatíðina verið ætlanin at hækka samsýningina til stýrið fyri Húsalánsgrunnin, tá ið grunnurin fekst at virka aftur. Stýrið fyri Húsalánsgrunnin hevur síðan 2003 javnan søkt um at fingið hækkað føstu samsýningina, men svarið hevur allatíðina verið, at einki verður gjørt við føstu samsýningina, so leingi arbeitt verður við at fáa grunnin at virka aftur.

Nú Húsalánsgrunnurin fer at virka aftur er fasta samsýningin til stýrið regulera soleiðis, at hon verður á leið tann sama sum stýrið fyri líknandi grunnar og stovnar hjá landinum fáa. Realurin er tann stovnurin hjá landinum, sum líkist Húsalánsgrunninum mest, har er fasta mánaðarliga stýrissamsýningin góðar 21.000,- kr. Fasta mánaðarliga samsýningin til stýrið fyri Húsalánsgrunnin á 16.000,- kr. er tí nakað minni enn fasta samsýningin til stýrið fyri Realin.

Fasta samsýningin til stýrið fyri Húsalánsgrunnin skal endurskoðast aftur um eitt ár.

Fíggjarmálaráðið, tann 1. juli 2010

Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður