16.08.2006 · Fíggjarmálaráðið

Stríðast móti hvítvasking av peningi og fígging av yvirgangsvirksemi

Føroyar skulu við í stríðið móti sonevndari hvítvasking av peningi og fígging av yvirgangsvirksemi. Tað er okkara skylda sum borgarar í heimssamfelagnum, heldur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann fegnast um, at lógirnar, ið regulera fíggjarliga økið í Føroyum, nú eru um at verða liðugt dagførdar

Longu í hesi tingsetuni fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, at leggja fram uppskot fyri Løgtingið um, at Føroyar skulu við í heimsfevnandi stríðið móti sonevndari hvítvasking av peningi og fígging av møguligum yvirgangsvirksemi.

Lógin, ið skal setast í verk í Føroyum, áleggur fleiri pørtum at boða myndugleikum frá, um upplýsingar ella illgruni er um, at hvítvasking av pengum ella fígging av yvirgangsvirksemi fer fram. Tey, ið verða umfatað av komandi lóggávuni, eru eitt nú peningastovnar og aðrar fyritøkur í fíggjargeiranum, grannskoðarar og advokatar. Eisini ber lógin í sær, at økt vitanarkrøv verða sett áðurnevndu.

”Umráðandi er, at vit í Føroyum eru við í heimsfevnandi royndini at steðga hvítvasking, og gera tað vit kunnu, til at berjast móti yvirgangi. Tað er okkara skylda sum borgarar í heimssamfelagnum”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann er sera væl nøgdur við, at flestu lógirnar á fíggjarliga økinum nú eru dagførdar. Talan er um lógirnar um fíggjarligt virksemi, íløgufeløg, virðisbrævahandil og trygdargrunn. Stóra uppgávan verður nú at fáa nýggju altjóða reglurnar um stríð móti hvítvasking av peningi og fígging av yvirgangsvirksemi settarar í verk.

”Virksemið í fíggjargeiranum er í stóran mun altjóðagjørt og stýrt av altjóða reglum. Skulu Føroyar veruliga koma við í altjóðagerðina, krevst, at lógargrundarlagið er dagført, og har eru vit nú við at koma”, sigur Bárður Nielsen.

Landsstýrismaðurin er júst afturkomin av fundi við Bent Bendtsen, búskapar- og vinnumálaráðharra, og Nils Bernstein, tjóðbankastjóra. Partarnir hava skift orð um mál av felags týdningi, herundir komandi lógina um stríð móti hvítvasking av peningi og fígging av yvirgangsvirksemi. Danmark fekk eina nýggja slíka lóg í apríl í ár.

Argir, tann 16. august 2006
Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Bárði Nielsen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.