Eg havi fingið skrivliga áheitan frá javnaðarfeløgunum í Sandoynni og í Suðuroynni um at taka stig til samráðingar við avvarðandi fakfeløg um eina loysn, soleiðis at strandfaraskipini ikki verða løgd, tá arbeiðssteðgur er. Eg eri vitandi um, at mong onnur serliga úr útjaðaranum eru sera áhugaði í hesum máli, og tí hesar reglur um málið.
Fyrsta stigið at royna eina samráðingarloysn, soleiðis at vit tryggja útjaðaranum samferðslu undir einum arbeiðssteðgi er tikið. Eg havi givið Lønardeildini boð um at kalla tey fimm feløgini, sum varða av Strandfaraskipum um at koma til fundar um málið. Hesi feløg eru Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðsmannafelag.
Tað er rætt, tá ført verður fram, at samferðslan til útjaðaran er ein afturvendandi trupulleiki, tá ein arbeiðssteðgur er. Fyrr vóru tað fleiri øki, sum vórðu harðliga rakt, tá skipini ikki sigldi í einum arbeiðssteðgi, men síðan undirsjóvartunlarnir komu, so eru økini færri. Men pínan í hesum økjum er tess størri.
Tað er heldur ikki rætt, at ein arbeiðssteðgur stillar borgararnar í sama landi so ymiskt, sum vit mangan hava sæð tað. Meðan 80% av føroyingum kunnu koyra inn til hvønn annan, og farmaflutningurin er ótarnaður, so sleppa eitt nú suðuroyingar og sandoyingur ikki av fetanum. Fólk sleppa ikki av oynni uttan í smábátum, og tað er ikki bara sum at siga tað at fara yvir vandamiklar firðir á vetrartíð. Eisini vinnan steðgar upp, tí eingin farmur kemur frá ella til. Tað kunnu vit sjálvandi ikki bjóða fólki í dag.
Fyri nøkrum døgum síðani vóru ætlanir frammi um, at Løgtingið skuldi leggja seg út í hesi viðurskifti og lóggeva á økinum. Hetta er ikki rætti hátturin. Tá er talan um beinleiðis uppíblanding í nøkur sáttmálaviðurskifti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum varða av. Hetta eru hevdvunnin rættindi, sum hava verið galdandi, síðan arbeiðsmarknaðurin varð skipaður, og sum vit sjálvandi ikki bara kunnu gera okkum inn á.
Lóggeva vit um Strandfaraskipini, hvat skuldi so forða okkum í bara at lóggivið um allan sáttmálan. So høvdu vit sett í verk skipan, sum eyðkennir einaræðislond.
So loysnin er at fara samráðingarvegin, og ta royndina gera vit so nú enn einaferð. Vit royndu hetta í farna valskeiði, men tíverri spurdist einki burturúr tá. Tað er rætt, at Skipara- og Navigatørfelagið var sera positivt, men neyðugt er, til tess at fáa eina loysn, at øll fimm feløgini eru við.
Eg haldi, at hugburðurin er nakað broyttur í dag. Alt fleiri síggja, at tað kann ikki vera rætt, at útoyggjafólk, nólsoyingar, sandoyingar og suðuroyingar skulu vera so nógv verri fyri enn øll hini, tá arbeiðssteðgur er. Undir seinasta arbeiðssteðgi á privata arbeiðsmarknaðinum gav FA undantak fyri SL. Og hvør veit, kanska hevði Starvsmannafelagið gjørt tað sama, um henda samráðingin endaði við arbeiðssteðgi.
Tá arbeiðssteðgur er, fáa allar neyðtænastur á eitt nú sjúkrahúsøkinum undantaksloyvi til at taka sær av tí, sum er neyðugt fyri at bjarga lív.
Men tá talan er um útjaðaran, so mugu vit eisini geva hesum fólkum tann tryggleika, at tey ikki koma í vandastøður. Tí kundi eg hugsað mær eina serskipan við hesi fimm feløgini, har vit sum minsta mark hava eina neyðsigling og eina trygdarsigling. Tað kundi so aftur merkt, at strandfaraskipini sigla hvønn dag, um ikki við fullari ferðaætlan, men tó so mikið, at fólk og farmur sleppur aftur og fram hvønn dag.
Tað er mín vón, at hesar samráðingar fara at geva úrslit.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður