Nú hækka skattafríu samsýningarnar til teirra, sum gera sjálvboðið arbeiði í ítróttafeløgum
- Samgongan virðir stóra sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í ítróttafeløgum kring alt landið. Fá munnu vita, hvussu stóran týdning hetta arbeiðið hevur trivnaðarliga og sosialt. Tí vil landsstýrið nú rætta feløgunum eina hjálpandi hond.
Hetta sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann hevur lagt fram uppskot, sum hækkar skattafríu samsýningarnar til sjálvboðið arbeiði hjá millum annað venjarum, leiðarum og hjálparum í ítróttafeløgum.
Árliga skattafría samsýningin hækkar úr 15.000 kr. upp í 30.000 kr. Týðandi er, at tey sjálvbodnu og feløgini hava í huga, at um samsýningin fer upp um markið, verður øll upphæddin skattskyldug.
- Samsýningarnar, ið fólk fáa, samsvara ikki við ta tíð, fólk leggja í sjálvbodnað virksemið. Við broytingini verður hugaligari at arbeiða sjálvboðið í ítróttafeløgum. Samsýningin skal lutvíst síggjast sum ein viðurkenning fyri arbeiði og lutvíst sum eitt endurgjald fyri tær útreiðslur hesi fólk sjálvi noyðast at leggja út í arbeiði teirra fyri ítróttina, sigur landsstýrismaðurin.
Fíggjamálaráðið, 9. mars 2013