Allir almennir stovnar skulu gera sær ómak ikki at brúka meiri pening, enn játtaðir eru á fíggjalógini.
Seinastu tvey árini hava vit sæð stóra meirnýtslu á fleiri kontum, og tað er ein skylda hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at royna sleppa undan at leggja eykajáttanir fyri Løgtingið.
Tað er eisini okkara skylda, at skattaborgarans peningur verður nýttur við størsta skynsemi. Tað er ein dygd at hava eina sterka fíggjarstýring, og tað er umráðandi at hendan fíggjarstýringin virkar í øllum liðum - frá minsta stovni til ovastu politisku leiðslu.
Allir almennir stovnar skulu gera sær ómak ikki at brúka meiri pening, enn játtaðir eru á fíggjarlógini.
Seinastu mongu árini hava vit sæð stóra meirnýtslu á fleiri kontum, og tað er ein skylda hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at royna sleppa undan at leggja eykajáttanir fyri Løgtingið.
Tað er eisini okkara skylda, at skattaborgarans peningur verður nýttur við størsta skynsemi. Tað er ein dygd at hava eina sterka fíggjarstýring, og tað er umráðandi at hendan fíggjarstýringin virkar í øllum liðum - frá minsta stovni til ovastu politisku leiðslu.
At Fíggjarmálaráðið gongur á odda í hesum arbeiði er sjálvsagt.
Við Búskaparskipan landsins eru ment framkomin amboð til einstøku stovnsleiðararnar at stýra eftir. Tí er tað eisini burtur við at skýra eina sterka fíggjarstýring fyri toppstýring. Tað er tvørturímóti ein stýring, sum skal virka gjøgnum allan almenna geiran.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heitir tí á stovnsleiðarar um at halda játtanir, men stovnsleiðarar fáa samstundis nýggj amboð at stýra eftir. Sum nakað nýtt verður nú eisini kravt, at landsstýrisfólkini hvørt í sínum lagi, halda neyvt eyga við peninganýtsluni á sínum ábyrgdarøkjum.
Ein annar liður í sterkari fíggjarstýring er eitt betur skipað arbeiði, tá uppskot til fíggjarlóg verður gjørt. Fastar mannagongdir skulu gerast fyri alt fíggjarlógararbeiðið.
Tað slepst ongantíð heilt undan eykajáttanum, men eisini her skulu greiðar mannagongdir gerast fyri, hvussu arbeitt skal vera við uppskotum til eykajáttanarlógir.