12.02.2007 · Fíggjarmálaráðið

Sosialurin niðurger Búskaparskipan Landsins.

Mikudagin 7. februar viðgerð Sosialurin í oddagrein “Búskaparskipan Landsins”. Í oddagreinini verður skipanin nevnd ótíðarhóskandi og óbrúkilig, og Sosialurin spyr, um Bárður Nielsen, landsstýrismaður er leiddur í KT-óføri. Eisini verður spurnartekin sett við kostnaðin av skipanini.

Ein kann undrast á, hvat grundarlag Sosialurin hevur fyri at skriva eina tílíka grein. Blaðið hevur í hvussu so er ikki spurt seg fyri hjá teimum, ið hava ábyrgd av Búskaparskipan Landsins - Fíggjarmálaráðnum og Føroya Gjaldstovu.

Veruleikin er tó ein heilt annar, enn róð verður uppundir í Sosialinum, men áðrenn komið verður inn á sjálva skipanina, skal eg tó greiða eitt sindur frá forsøguni til búskaparskipanina.

Støðan í fyrru helvt av nítiárunum var hon, at vit landsbúskaparliga vistu ikki hvar vit vóru og hvar vit vóru á veg. Táverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Jóannes Eidesgaard gjørdi tí av, at skil skuldi fáast á búskaparstýringini í Føroyum, og avgjørt var tí at fara undir at menna eina felags búskaparskipan fyri alla landsumsitingina. Land okkara er ikki størri enn ein minni kommuna í grannalondunum, og tí var mett, at tað gav onga meining, at vit í Føroyum skuldu hava fleiri búskaparskipanir, og fyri at tryggja okkum bíligastu loysnina, varð skipanin sett í útboð.

Allir landsstýrismenninir í fíggjarmálum síðani Jóannes Eidesgaard, Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen og nú Bárður Nielsen hava raðfest Búskaparskipan Landsins høgt, soleiðis at skipanin alsamt kann stuðla upppundir tann fíggjarstýringartørv, landið hevur.

Aftur til støðuna í dag. Búskaparskipan Landsins er regluliga uppstigað síðan hon varð sett í verk miðskeiðis í nítiárunum, og er í dag mest framkomna KT-skipan innan ta almenna í Føroyum. Talan er um eina sameinda loysn, ið er fult alnet-grundað. Partsloysnir eru skipaðar í einum portali, atkomuligur á alnetinum. Data og dátur til leiðslukunning eru skipaðar í einum dátuvøruhúsi. Harafturat er ein sera framkomin leiðslukunning ment. Neyðugur peningur er eisini nýttur til KT-trygd, soleiðis at miða verður eftir at lúka tey høgu KT-trygdarkrøvini. Nevnast kann eisini, at sera stórur áhugi er fyri skipanini uttanlands. Boð eru javnan eftir fólki frá gjaldstovuni, um at koma uttanlands at halda fyrilestur og greiða frá skipanini.

Viðvíkjandi kostnaðinum av skipanini er at siga, at báðar høvuðsskipanirnar eru bodnar út. Eisini eru aðrar partsskipanir bodnar út. Hetta eigur at tryggja bíligasta kostnað.

Lagt kann verða afturat, at føroyska fyritøkan Sam-teld, er ein av høvuðsveitarunum, tá ið umræður Búskaparskipan Landsins. Ta einu høvuðsskipanina “Felags Lønarskipan”, hevur Sam-teld ment alla sum hon er.

Trupulleikin er bert, at hóast tað í Føroyum er ment ein sera framkomin búskaparskipan, verður arbeitt hart fyri at sleppa uttanum hesa skipan, og úrslitið verður, at gjøgnumskygni í samfelagnum ikki verður tað, sum tað kundi. Politiska skipanin fær ikki tað upplýsing hon annars átti at fingið. Fíggjarstýringin verður ikki so góð sum hon átti, og samanlagt verður tað dýrari fyri samfelagi at hava fleiri búskaparskipanir, heldur enn eina.

Einki er at ivast í, at tað á hillunum hjá KT-handilsmonnunum standa fíggjarstýringsskipanir, ið hvør í sínum lagi eru vælegnaðar til einstakar almennar stovnar, men umráðandi er, at eisini stovnsleiðarar hugsa yvirskipað, og ikki “suboptimera”. Teir eiga jú ikki sínar stovnar, men eru partur av einari heild.

Samanumtikið má sigast, at Búskaparskipan Landsins er eitt av allar størstu frambrotum hjá føroyskari fyrisiting.

Argir, tann 12. februar 2007
Petur Alberg Lamhauge