Eftir meira enn 10 ár sum stjóri fyri lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, hevur Snorri Fjallsbak nú ynskt at fara frá. Snorri gerst í staðin ráðgevi hjá Fíggjarmálaráðnum.
Hesi árini, Snorri hevur staðið á odda fyri lønardeildini, hevur landið gjørt fleiri enn 100 sáttmálar við 30 ymisk fakfeløg.
Áðrenn Snorri gjørdist stjóri, arbeiddi hann á lønardeildini í 4 ár. Hann hevur eisini verið rektari á Føroya Studentaskúla og HF skeiði og var í nógv ár eisini lærari har.
“Í Fíggjarmálaráðnum eru vit ómetaliga takksom fyri drúgvu tænastuna hjá Snorra og fegnast um, at hann heldur fram sum ráðgevi innan hetta stóra arbeiðsøkið. Eg vil takka Snorra fyri hansara stóra arbeiði fyri landið seinastu mongu árini”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.
Tað er eitt týðandi og avbjóðandi starv at vera stjóri á lønardeildini. Millum mongu uppgávurnar eru samráðingar við fleiri enn 25 fakfeløg, at tryggja sáttmálar til starvsfólk hjá landinum.
Starvið sum lønarstjóri landsins verður lýst leyst í næstum.
Skipað verður fyri fráfaringarmóttøku fyri Snorra mikudagin tann 22. juni millum klokkan 15:00 og 17:00 í Fíggjarmálaráðnum, har øll, sum kenna Snorra, eru hjartaliga vælkomin.