Fyri teir brúkarar, sum eru við í avtaluni millum Fíggjarmálaráðið og Vodafone ella hava tænastutelefon frá almennum arbeiðsgevara, fer Fíggjarmálaráðið hervið staðiliga at mæla frá at nýta fartelefonina til reiking uttanlands, har samband ikki fæst umvegis tráðleyst net (WIFI).
Tað kostar úr 20 upp í 150 kr./MB at brúka fartelefonina til reiking, tá ið ferðast verður uttanlands. Tað krevst t.d. 1 MB at lata eina vanliga tíðindasíðu upp. Tí kann ein túrur á Facebook ella á aðrar netmiðlar lættliga leypa upp í fleiri túsund krónur.
Mælt verður tí til at sløkkja fyri data reiking (roaming) á fartelefonini, tá ið farið verður uttanlands. Tað ber framhaldandi til at tosa í telefon og senda SMS, hóast data reikingin er sløkt.
Fíggjarmálaráðið, tann 26. juni 2012