Samgongan fremur málrættaðan fíggjarpolitikk og fer við ábyrgd og áræði inn í framtíðina. Tað er greitt, nú Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyri løtu síðani legði fíggjarlógina fyri 2017 fram.
Komandi ár verður avlopið eftir ætlan 112 mió. kr. Trivaliga avlopið kemur av, at samgongan heldur aftur, nú stórur búskaparvøkstur er í Føroyum. Komandi ár veksur vanligi raksturin einans 1,8%. Samlaðu rakstrarútreiðslurnar vaksa tí minni enn búskaparvøksturin og inntøkuvøkstur landskassans. Hetta styrkir fíggjarliga haldførið hjá landinum.
Búskaparligu lyklatølini vísa eina góða gongd. Búskaparvøksturin er høgur og arbeiðsloysið er metlágt. Føroysku húsarhaldini spara upp og hava økt sína ogn í føroysku bankunum munandi seinastu 12 mánaðirnar. Stóri búskaparvøksturin fær kortini ikki Fíggjarmálaráðið at halda, at samlaði búskapurin sum heild er ovhitaður. Privata nýtslan er enn lutfalsliga lág og útlánsvøksturin lágur. Tað er kortini greitt, at nakrir sokallaðir fløskuhálsar eru, men hesir eru avmarkaðir til ávísar vinnur, serliga byggivinnuna, og møguliga til ávís øki í landinum, serliga miðstaðarøkið. Tí skulu málrættaði átøk til fyri at møta hesi avbjóðing.
- Vit skulu styrkja búskapin og hava fíggjarliga styrki til framtíðar búskaparliga mótgongd. Hetta krevur, at vit halda aftur og økja avopið hjá landinum í góðum tíðum. Tað gera vit við hesi fíggjarlóg, við lágum rakstrarútreiðsluvøkstri, við at økja avlopið, og við at styrkja fíggjarliga haldførið hjá landinum. Samstundis flyta vit part av íløgujáttanini nøkur ár fram fyri at minka trýstið á byggivinnuna. Hesin búskaparpolitikkur vil, saman við málrættaðum raðfestingum í fólkavøkstur, virðisøking og sjálvbjargni, flyta Føroyar framá á fleiri økjum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Landsins íløgur á fíggjarlógini eru minni enn 20% av samlaðu almennu íløgunum í 2017. Tí er neyðugt, at land, kommunur og almenn feløg samstarva um at tillaga virksemið í mun til búskapargongdina. Landsstýrið er tí í samskifti við viðkomandi partar um, at allir partar taka og vísa ábyrgd, tá ið umræður skynsama búskaparstýring. Umframt landið hava aðrir partar eisini avgjørt at útseta ávísar byggiíløgur, eitt nú SEV og Bústaðir.
Við einum skynsamum fíggjarpolitikki ber til at gera málrættaðar neyvar politiskar raðfestingar.
Fíggjarlógin er grundað á tríggjar høvuðssúlur, ið eru vøkstur, vælferð og varsemi. Serliga verða raðfestingar gjørdar í átøk, ið fremja varandi fólkavøkstur, størri virðisøking, styrktar vælferðartænastur og økt sjálvbjargni.
Fíggjarlógaruppskotið kann takast niður her
Búskaparfrágreiðing II 2016 kann takast niður her
Framløgan kann takast niður her