Føroya Rættur hevur mett, at lógarheimildin í skrásetingrlógini um MVG av skrásetingargjaldinum fyri bilar ikki var nóg greið, og gav tí borgara, ið stevnt hevur, rætt til at fáa afturgoldið tann partin av meirvirðisgjaldinum, sum er roknaður av skrásetingargjaldinum.
TAKS, sum hevur myndugleika á økinum, hevur ikki endaliga gjørt av um málið skal kærast til landsrættin.
Bakgrund
Í apríl mánað 1999 samtykti Løgtingið broyting í skrásetingargjaldslógini.
Í viðmerkingunum til hesa broyting verður sagt, at endamálið við broytingini er at gera reglurnar lættari at umsita.
Í viðmerkingunum til lógina varð greitt neyvt frá, hvussu skrásetingargjald og mvg skuldu roknast, og at broytingarnar fóru at geva somu inntøkur til landskassan. Roknidømi vóru løgd við, ið neyvt vístu, hvat skuldi gjaldast til landskassan í meirvirðisgjaldi og skrásetingargjaldi, og at borgarar skuldu gjalda áleið tað sama aftan á at lógarbroytingin var samtykt sum áðrenn.
Tað var tí púra greitt, hvussu høgt gjald løgtingsfólk á vári 1999 atkvøddu fyri at leggja á bilakeyp. Eisini bilhandlar og tey, ið keyptu sær bil, vistu, hvussu nógv skuldi gjaldast í avgjaldi. Hetta verður eisini prógvað við, at eingin, ið keypir bil í hesum tíðarskeiði, nevnir nakað um, at gjaldið til landskassan var ov høgt.
Ósemja um, hvussu lógin skal skiljast
Staðfestast kann nú, at talan er um eitt sera fløkt lóggávuøkið, ið fevnir um tvær ymiskar lógir.
Løgfrøðingar á Toll- og skattstovu Føroya, sum TAKS tá varð kallað, gjørdu vart við, at kanska var ósamsvar millum løgtingslóg um skrásetingargjald og løgtingslóg um meirvirðisgjald. Tí var hildið, at rættast hevði verið at nágreina og dagføra løgtingslógina um skrásetingargjald á motorakførum v.m., Nýtt uppskot um hetta var lagt fyri løgtingið á vári 2005.
Eftir hetta verður onkur varugur við, at kanska hevði ósamsvar verið millum lógirnar og fór niður í løgfrøðina at leita og helt seg hava rætt til at fáa MVG-ið endurgoldið.
Sostatt er hetta blivið eitt lógartekniskt mál, meiri enn eitt mál, har bilakeyparar hildu seg hava goldið ov nógv.
Tí verður hetta málið nú loyst, so allar lógir verða fylgdar. Og TAKS fylgir sjálvandi øllum lógum á økinum.
Eingin hevur víst ringan vilja
Avgjaldið til landskassan hevur í hesum tíðarskeiði verið tað,sum løgtingið ætlaði tað skuldi vera. Hetta varð neyvt útgreinað í lógaruppskotinum.
Tey, sum hava keypt bilar, hava eisini goldið tað tey hildu tey áttu at gjalda. Eingin gjørdi í nevnda tíðarskeiði vart við, at gjaldið til landskassan ikki var rætt, og útrokningarnar í lógaruppskotinum vóru jú eisini almennar.
Bilhandlarar, ið hava kravt inn øll avgjøldini, hava kravt inn tey avgjøld teir hildu vóru tey røttu.
Eingin er førdur bak ljósið í hesum málinum.
Fíggjarmálaráðið, 8. januar 2010