Skipað keyp av vørum og tænastum: meira fyri hvørja skattakrónu og økt privat kapping
Eitt nýtt rundskriv frá Fíggjarmálaráðnum um landsins keyp av vørum og tænastum, skal bera í sær, at meira fæst úr peningi skattgjaldarans, og at kappingin á privata marknaðinum verður stimbrað.
Frá 1. oktober 2013 koma nýggjar reglur í gildi um landsins keyp av vørum og tænastum.
Reglurnar eru ásettar í rundskrivi, sum Fíggjarmálaráðið í dag hevur sent út.
Tær bera í sær, at við fáum undantøkum skulu stovnar biðja um tilboð frá fleiri veitarum fyri keyp yvir 50.000 krónur, og bjóða út alment fyri keyp omanfyri 800.000 kr.
- Málið er at fáa sum mest burtur úr hvørjari skattakrónu -at fáa meira fyri minni-, og at kappingin millum privatar veitarar verður stimbrað, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Ítøkiliga verður kravt, at útboð verða lýst á einum nýggjum keypsportali. Portalurin fer at virka frá 1. oktober 2013, og fer Gjaldstovan at standa fyri honum.
Sum liður í arbeiðnum at fáa sum mest burturúr, ætlar Fíggjarmálaráðið at skipa eitt tvørgangandi keypstoymi, og skal toymið mannast við fólkum frá stovnum, sum hava drúgvar royndir at keypa inn. Toymið skal vegleiða stovnum at skipa keyp av vørum og tænastum.
Sambært játtanarkørmunum fyri komandi fýra árini skal skipað keyp av vørum og tænastum hava við sær sparingar á 5-10 mió. kr.
Tað var í mars 2012, at Vinnumálaráðið gjørdi frágreiðing um innkeyps- og útboðspolitikkin hjá landinum, og nýggja rundskrivið er grundað á hesa frágreiðing.
Sum partur av nýggju reglunum, skal Fíggjarmálaráðið lata landsstýrinum eina árliga frágreiðing um virknaðin av rundskrivinum.
Fíggjarmálaráðið, 15. juli 2013