20.12.2024 · Fíggjarmálaráðið

Skiftisregla í uttanlandsfrádráttinum

Skiftisregla í uttanlandsfrádráttinum
 

Komandi árið fer landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at gera uppskot til skiftisreglu. Tað merkir, at tey, sum higartil hava verið fevnd av sonevnda eksemption linkingarháttinum, ætlandi fáa trý ár við hægri frádrátti. Við hesum fáa tey longri skotbrá at laga seg til skattaumskipanina.  

Hjá teimum, sum hava verið fevnd av sonevnda eksemption linkingarháttinum, minkar tøka inntøkan aftaná skatt og sosial gjøld, tá ið linkingarhátturin broytist 1. januar 2025. Ætlaða skiftisreglan fer at gera skiftið meira lagaligt. Verandi skattaumskipan verður óbroytt. 

   

Lønarskatturin ov høgur
Lønarskatturin í Føroyum hevur leingi verið ov høgur. Við skattaumskipanini í 2024 og 2025 er skattalætti latin øllum, sum arbeiða, serliga lág- og miðalløntum.  

Um somu leið er farið undir at avtaka og niður laga serskipanir, sum geva munandi lægri skatt, um arbeitt verður uttanlands. Okkara samfelag hevur brúk fyri, at øll, sum búgva í Føroyum rinda skatt til landið.  

Ein týðandi liður í hesum er at broyta linkingarhátt, har farið verður frá, at inntøkan hjá nøkrum heilt verður undantikin frá skatti í Føroyum. Ístaðin verður frádráttur latin fyri skattin, sum er goldin uttanlands, soleiðis sum meginreglan er í skattalógini.  

Skiftisregla
Persónar, sum eru undir fullari skattskyldu í Føroyum, og sum arbeiða í øðrum Norðanlandi, hava higartil verið fevndir av so nevndari eksemption linking. Tað gevur eina lagaliga skatting, tí inntøkuskatturin í t.d. Norra er munandi lægri enn í Føroyum, og hesir hava higartil ikki skula rindað skatt av síni inntøku uttanlands í Føroyum. 

Ein skiftisregla verður gjørd so hesi fáa ein hægri uttanlandsfrádrátt í trý ár. Tað gevur eitt longri skotbrá at laga seg til skattaumskipanina.