Peningastovnar hava fulla fráboðanarskyldu mótvegis TAKS. Tí er skeivt av Útvarpinum at geva borgarum ta fatan, at teir ikki verða skattaðir, um teir ikki sjálvir geva upp møguligan vinning av handli við virðisbrøvum
Fíggjarmálaráðið og TAKS harmast um, at tíðindasendingin í Útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í gjár, hósdagin 28. februar kl. 18.00, gevur føroyskum skattaborgarum ta fatan, at teir ikki verða skattaðir av møguligum vinningi av handli við virðisbrøvum, um borgarar ikki sjálvir geva henda vinning upp til skattamyndugleikan.
Sambært grein 120 stk. 2 í skattalógini hava peningastovnar fulla fráboðanarskyldu til TAKS, og allir virðisbrævahandlar í føroyskum peningastovnum verða skrásettir. Skrásetingin hjá peningastovnunum fer fram á Værdipapircentralen eins og hjá donskum peningastovnum. Tí ber til hjá TAKS at eftirkanna rættleikan í upplýsingum, ið skattaborgarar geva upp.
Júst í hesum døgum sita skattaborgarar kring landið og skriva sínar sjálvuppgávur, og tí er sera óheppið, at Útvapið gevur fólki ranga fatan av skipanini. Fólk kunnu nevniliga koma illa fyri, um tey ikki geva upp vinning av virðisbrævahandli, tí sambært skattalógini er sekt fyri ikki at geva upp vinning av virðisbrævahandli.
Fíggjarmálaráðið og TAKS undirstrika, at myndugleikarnir hava fult álit á, at borgarar halda landsins lógir. Eru ivamál viðvíkjandi útfyllingin av sjálvuppgávuni, hevur TAKS settt upp eina serliga kundatænastu at vegleiða borgarum í júst hesum.
Fíggjarmálaráðið og TAKS taka sum givið, at Útvarpið hjá Kringvarpinum rætta ranga tíðindaflutningin í fyrstkomandi høvuðstíðindasending sínari.
Argir, tann 29. februar 2008
Fíggjarmálaráðið og TAKS