Nú fimm mánaðir eru farnir av 2009 vísa nýggjastu uppgerðirnar, at lønargjaldingarnar umvegis samtíðarskattaskipanina eru 3,5% lægri enn somu tíð í fjør. Skattainntøkur landskassans eru tó bert 2% minni enn í fjør. At skattainntøkurnar ikki minka líka nógv sum lønirnar kemst í høvuðsheitinum av, at í 2008 vórðu lætnir skattalættar, meðan eingin skattalætti verður latin í 2009.
Avgjøldini eru nógv minni fyrstu 5 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Innflutnings-mvg og onnur avgjøld minka 27% fyrstu 5 mánaðirnar í ár. Stóra fallið í avgjøldunum kemur eftir eina tíð við ógvusligum bráðvøkstri í føroysku nýtsluni. Hetta kann vísast við innflutnings-mvgnum, sum gevur eina góða lýsing av føroysku nýtsluna. Árligi miðalvøksturin í innflutningsmvgnum var 4,4% frá 2000 til 2005. Í 2006 og 2007 og nakað inn í 2008 kemur rættilig ferð á føroysku nýstluna. Frá 2005 til 2007 var vøksturin í innflutnings-mvgnum góð 31%.
Fallið í avgjaldsinntøkunum eru tí bakbrotini frá ógvusliga bráðvøkstrinum í privatu nýtsluni í Føroyum, sum brádliga hasaði av aftur í seinnu helvt av 2008. Stóri munurin í avgjøldunum millum 2008 og 2009 fer tí væntandi at javna seg seinni í ár.
Í løtuni verður mett, at avgjaldsinntøkur landskassans, fyri alt árið, verða góðar 7% minni í 2009 enn í 2008. Ein orsøk til at avgjaldsinntøkur landskassans ikki minka eins nógv og innflutningurin er, at handilsfyritøkur hava selt vørur, sum tær longu hava havt á goymslu.
Samanlagt fyri alt árið verða allar inntøkur landskassans mettar at fara at verða góðar 360 mió. kr. minni í 2009 enn í 2008.
Yvirlit yvir A-inntøku og skatta- og avgjaldsinntøkur:
• Januar til mai í ár, samanbornir við fyrstu fimm mánaðirnar seinastu tíggju árini. Samanberingarnar síggjast við at trýsta her
• Seinastu 12 mánaðirnir trýst her
• Seinastu 6 mánaðirnir trýst her
Yvirlit yvir inntøkur frá avgjøldum:
• Innflutningsavgjøld frá januar til mai í ár, samanbornin við fyrstu fimm mánaðirnar seinastu tíggju árini. Innflutningsavgjøldini síggjast við at trýsta her
• Avgjøld í Føroyum frá januar til mai í ár, samanbornin við fyrstu fimm mánaðirnar seinastu tíggju árini. Umsetningsavgjøldini síggjast við at trýsta her