Skattir og avgjøld fyrstu 4 mánaðirnir av 2009
Nú ein triðingur er farin av 2009 vísa nýggjastu uppgerðirnar, at a-inntøkurnar eru 3% lægri enn somu tíð í 2008. Skattainntøkurnar eru tó bert 1% minni enn í fjør. At skattainntøkurnar ikki minka eins nógv og a-inntøkurnar kemst í høvuðsheitinum av, at í 2008 vórðu lætnir skattalættar, meðan eingin skattalætti verður latin í 2009.
Avgjøldini eru nógv minni í ár enn í fjør. Innflutnings-mvg og onnur avgjøld eru 25% minni fyrsta triðingin av 2009 samanborið við somu tíð í 2008. Munurin í avgjøldunum millum 2008 og 2009 fer væntandi at javna seg seinni í ár. Í løtuni verður mett, at avgjaldsinntøkur landskassans verða góð 7% minni í 2009 enn í 2008.
Samanlagt verða allar inntøkur landskassans mettar at fara at verða góðar 360 mió. kr. minni í 2009 enn í 2008.
Yvirlit yvir A-inntøku og skatta- og avgjaldsinntøkur:
• Januar til apríl í ár, samanbornir við fyrstu fýra mánaðirnar seinastu tíggju árini. Samanberingarnar síggjast við at trýsta her
• Seinastu 12 mánaðirnir trýst her
• Seinastu 6 mánaðirnir trýst her
Yvirlit yvir inntøkur frá avgjøldum:
• Innflutningsavgjøld frá januar til apríl í ár, samanbornin við fyrstu fýra mánaðirnar seinastu tíggju árini. Innflutningsavgjøldini síggjast við at trýsta her
• Avgjøld í Føroyum frá januar til apríl í ár, samanbornin við fyrstu fýra mánaðirnar seinastu tíggju árini. Umsetningsavgjøldini síggjast við at trýsta her